Ein persónur er deyður og fleiri hava fingið skaða, tá eitt tok fór av sporinum, eftir at hava stoytt saman við ein lastbil sunnan fyri Bjerndrup, upplýsir løgreglan. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Ein deyður og nógv særd í tokvanlukku í Suðurjútlandi

Ein persónur er deyður og fleiri hava fingið skaða eftir eina tokvanlukku nærhendis Bjerndrup, upplýsir danska løgreglan.

Ein persónur er deyður og fleiri hava fingið skaða, tá eitt tok fór av sporinum, eftir at hava stoytt saman við ein lastbil sunnan fyri Bjerndrup, upplýsir løgreglan. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Ein persónur er deyður, tvey fólk eru flutt við tyrlu á sjúkrahús og fleiri onnur hava fingið skaða eftir eina tokvanlukku í Suðurjútlandi.

Soleiðis ljóða boðini frá løgregluni íSuðurjyllandi, eftir at eitt tok var farið av sporinum millum Kliplev og Tinglev fyrr seinnapartin.

Vanlukkan hendi sunnan fyri Bjerndrup, har eitt tok og eitt landbúnaðarakfar høvdu stoytt saman við stórari ferð, sigur løgreglan, sum fekk at vita um vanlukkuna í eini uppringing til alarmsentralin klokkan 16:46.

Umleið 95 fólk vóru í tokinum, hevur DSB sagt.

Óvist er, um tann deyði persónurin var í tokinum ella landbúnaðarakfarinum.

Tey avvarðandi hjá tí deyða hava fingið boð um hetta, upplýsir løgreglan.

Tvær tyrlur við særdum fólki eru eisini farnar av staðnum. Løgreglan kundi ikki gera viðmerkingar til teirra støðu klokkan 20. Ein tyrla fleyg suður um markið.

Løgreglan er framvegis nógv til staðar á og kring vanlukkustaðið, stendur í fráboðanini.

Løgreglan kannar framvegis, hvat orsøkin var til vanlukkuna. Viðmerkjast kann, at vanlukkan hendi við jarnbreyt, har ongar forðingar eru, har vegurin fer um jarnbreytina.

Løgreglan kannar, um talan var um onnur sløg av signalum sum klokkur ella líknandi.

Thomas Danielsen , samferðslumálaráðharri í Danmark sigur talan vera um eina "djúpt syrgiliga vanlukku".

- Tað er heilt avgerandi, at vanlukkunevndin, Banedanmark og DSB nú koma til botns í kanningunum um, hvussu vanlukkan hendi, áðrenn vit gera nakrar niðurstøður, skrivar Thomas Danielsen í skrivligari viðmerking.

- Eg skilji væl, at ikki minst tey avvarðandi hava brúk fyri svarum, og tí verða allir tættir í vanlukkuni kannaðir, leggur hann afturat.

Á heimasíðuni hjá DSB sæst, at tokið var eitt InterCityLyn 951 við ætlaðari komu til Sønderborg klokkan 17:13.

Myndamaðurin hjá Ekstra Bladet á staðnum sigur, at 30 til 40 børn vórðu flutt burtur av vanlukkustaðnum nakað eftir vanlukkuna. Sambært myndamanninum vóru nógv teirra "sera skitin, og summi teirra bløddu eisini eitt sindur".

- Tey vóru ballað í okkurt slag av neyðteppi og vórðu flutt til foreldrini, sum stóðu nakað burturfrá, sigur myndamaðurin hjá Ekstra Bladet.

Í juli rendu ein vørubilur og eitt tok saman, har ein vegur fór um eina jarnbrety við Kliplev. Ein 24 ára gamal maður doyði tá.

Sambært tvSyd hendi tokvanlukkan í dag ikki á sama stað, men hetta kann løgreglan ikki vátta enn.

/Ritzau/

 

 

 

Ein persónur er deyður og fleiri hava fingið skaða, tá eitt tok fór av sporinum, eftir at hava stoytt saman við ein lastbil sunnan fyri Bjerndrup, upplýsir løgreglan. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix