Hvussu nógv brotsverk skulu vit góðtaka, áðrenn vit handla?

Bara seinastu vikuna hava vit tvey dømi, sum eiga at fáa nógvar reyðar lampur at blinka:

 

• Ein útlendingur, sum hevur framt fleiri lógarbrot, endaði í rættinum fyri at blíva útvístur.

 

• Í dag er tað ein annar útlendingur, sum hevði framt grovan harðskap, sum rýmdi úr Føroyum.

 

Vit hoyra alt oftari um útlendingar, sum fremja kriminalitet í Føroyum. Vit hava bjóða einum mordara inn í landið, sum framdi serliga grovan harðskap. Og summir hava enntá verið útvístir úr landinum fyrr, venda aftur, og bróta lógina aftur.

 

Hetta má steðgast. Og tað kann steðgast, um vit tora at seta greiðar reglur.

 

Vit mugu krevja, at øll, sum koma til Føroya at arbeiða ella seta búgv, vísa eina reina revsiváttan frá heimalandinum. Tað er longu vanligt í nógvum londum, og tað er eitt einfalt fyribyrgjandi stig.

 

Tað snýr seg ikki um at døma alla arbeiðsmegi uttanífrá – men um at verja okkum móti teimum fáu, sum hava skaðiliga ávirkan á føroyingar.

 

Vit føroyingar hava altíð verið eitt opið og hjálpsamt fólk. Men opnar dyr merkir ikki, at vit skulu loyva øllum á gátt uttan at vita, hvør viðkomandi er. Tað er ikki diskriminatión – tað er sunn fornuft.

 

Vit eiga at krevja:

 

• Reina revsiváttan frá øllum, sum søkja arbeiðsloyvi ella uppihald.

 

• Eftirlit við teimum, sum fyrr hava verið útvíst – so tey ikki bara koma aftur at bróta lógina.

 

• At lógirnar galda eins fyri øll – uttan undantøk.

 

Vit hava skyldu at verja útlendingar sum vilja okkum væl, okkara børn, okkara borgarar og okkara frið. Spurningurin er: Skulu vit handla nú, ella bíða til trupulleikin er vorðin ov stórur at loysa?