Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Løgreglan var í nátt boðsend til eitt vertshús í Havn, tí har var rok, okkurt sum líktist bardaga ella harðskapi. Løgreglan arbeiðir víðari við tí málinum í dag. Tað snýr seg um tveir persónar, men løgreglan skal nú finna útav, hvat vendir upp og hvat vendir niður í málinum, og um tað verður til ákærur um harðskap, ella tað tann mildara niðurstøðan og talan verður um brot á skilhaldsreglarnar.
Í nátt tók løgreglan ein útlending upp í býnum, sum var sera drukkin. Hann liggur nú í svevur í brummuni.
Í Klaksvík var eisini rok í býnum av nøkrum fullum útlendingum. Teir verða annaðhvørt skuldsettir fyri herverk ella fyri harðskap og fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin.











