Hesi eru vald í Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið næstu 4 árini

Í dag hevur verið val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið. Kirkjuráðini kring landið hava á kirkjuráðsfundi farnu vikurnar valt við brævatkvøðu til bæði Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið.

Í dag vóru atkvøðurnar taldar upp á Biskupsgarði. Uppteljingin var almenn.

 

Føroya Stiftsstjórn er evsti myndugleikin í fólkakirkjuni og telur 3 limir. Til valið í Føroya Stiftsstjórn skuldi eitt umboð veljast av kirkjuráðunum. Hitt umboðið er politiskt valt. Biskupur er føddur limur og formaður.

 

Atkvøðurnar til Føroya Stiftsstjórn fullu soleiðis:

 

  • Asbjørn Mikkelsen 150 atkvøður
  • Jens Jensen 130 atkvøður
  • Jónheðin H. Tróndheim 75 atkvøður

 

Listin 12 atkvøður

Tilsamans vóru 367 atkvøður, harav 2 vóru ógildar.

 

Sostatt gjørdist tað Asbjørn Mikkelsen, sum fekk flestar atkvøður, og sum kemur at umboða Føroya Stiftsstjórn saman við biskupi og politisk valda umboðnum komandi 4 árini. 

 

Próstadømisráðið telur 5 limir, harav dómpróstur er føddur limur.

Próstadømisráðið viðger eitt nú fíggjarætlanir hjá kirkjuráðunum og hevur tilmælandi leiklut í byggimálum í fólkakirkjuni í mun til Føroya Stiftsstjórn.

Til Próstadømisráðið skuldu 4 limir veljast.

 

Atkvøðurnar til Próstadømisráðið fullu soleiðis:

 

  • Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen 84 atkvøður
  • Edvard í Skorðini Joensen 73 atkvøður
  • Kathrina Lindenskov Holm 65 atkvøður
  • Ulla Bærentsen 61 atkvøður
  • Eghild Poulsen 38 atkvøður
  • Rakul í Gerðinum 31 atkvøður
  • Alis Højsted 12 atkvøður

 

Listin 3 atkvøður

 

Tilsamans vóru 367 atkvøður, harav 2 vóru ógildar.

 

Sostatt verða tað Dagbjørt Ó. Hansen, Edvard í Skorðini Joensen, Kathrina L. Holm og Ulla Bærentsen, sum saman við dómpróstinum, Mariu Jørðdal Niclasen, umboða Próstadømisráðið komandi 4 árini. 

 

Valluttøkan var góð. Øll 61 kirkjuráðini greiddu atkvøðu.

Valskeiðið byrjar 1. apríl, og varir í 4 ár.

 

Í valstýrinum vóru Bergur Berg, ráðgevi í Uttanríkis- og mentamálum, Maria Jørðdal Niclasen, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur.

 

Biskupur ynskir teimum valdu hjartaliga tillukku og blíðan byr í arbeiðnum fyri fólkakirkjuna. Samstundis verður takkað teimum, sum ikki rukku í ráð ella stjórn, fyri holla tænastu farnu árini.