Listakvinnan Helga Djurhuus letur upp sína nýggjastu framsýning í Gallarí Havnará leygarkvøldið 28. mars kl. 20.00.
Tíðindaskriv:
DJ Michael Antony Charles diskar til løtuna, og lagt er upp til eina ferð inn í eitt abstrakt univers av rørslu og litum, afturvið dragandi tónum.
Hetta er ein møguleiki at uppliva tað visuella málið, ið sprettir úr tí dreymakenda hugaheimunum hjá Helgu.
Við bæði oljumálningum á lørift og mixed media-verkum á pappír – arbeiðir Helga Djurhuus við litum, rørslu og teksturi.
Við síni visuellu eksperimerandi tilgongd er hennara myndamál í støðugari broyting, og framsýningin speglar tað stað, hon sum listakvinna er í júst nú.
Helga Djurhuus er fødd í 1989, uppvaksin í Havn og hevur útbúgving innnan visuelt design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn.
Hon arbeiðir sum fulltíðar listafólk og hevur verið við í fleiri spennandi framsýningum seinastu árini.
Framsýningin er opin fram til 7. apríl í Gallarí Havnará, og øll eru hjartaliga vælkomin til ferniseringina 28. mars kl. 20.00.










