Ein persónur situr í varðhaldi fyri harðskap

Í nátt fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál í Havn

savnsmynd

Talan var um tveir persónar sum á onkran hátt vóru farnir upp at táttast. Tað endaði við, at annar persónurin varð handtikin, og hin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at annar persónur hevur verið fyri harðskapi, sum er eitt sindur meira enn bara eitt slag, sigur vaktleiðarin, sum ikki fær sagt so nógv um málið, tí tað er so nýtt, og tí at viðkomandi situr í varðhaldi á politistøðini og skal avhoyrast seinni.

Enn er ikki gjørt av, um persónurin skal framsetast í grundlógaravhoyring, men støða verður tikin til tað, tá tey eru komin longri við kanningunum.

 

savnsmynd