Taka dagar úr kalendaranum, fáa eitt andarhald, fyrireika seg væl, og taka inn sum mest av tí, tú sært. Tað er feria og frítíð. Egintíð, sum fakfeløgini plagdu at siga.
Beint framman fyri mær er nú tað stórbærasta á okkara ferðaleið, Dettifossur, sum er millum máttmiklastu fossar í okkara heimsparti, fýra og fjøruti metrar høgur og hundrað breiður. Ein urkraft, ið hvørvir, tá veðurlagsbroytingarnar taka lívið av Vatnajøkuli.
Les alla ferðafrásøgnina her: Ein svipp til Eysturlandið.
Birgir Kruse











