Gjáramorgunin um áttatíðina var eitt lítið ferðsluóhappa í Fuglafirði, har ein bilur koyrdi á ein annan bil aftanírfrá. Bilførarin á aftara bilinum varnaðist ikki, at tann fremri skuldi snara á ein síðuveg og rendi á.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var bara um smávegis materiellan skaða og ongan fólkaskaða.
Bilførarin, sum rendi á, verður tó skuldsettur fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna og fær klipp í koyrikortið fyri tað.
Eitt annað minni ferðsluóhapp var í Havn, har ein bilur tók í ein annan. Hara var eingin fólkaskaði og smávegis maetriellur skaði. Bilførarar tosaðu saman og tosa við tryggingina.
Og tá løgreglan máldi ferð í gjár millum Fjarða, vórðu tveir bilførar tiknir. Annar fyri at koyra 118 km um tíman, sum hann fær treytaða frádøming av koyrikortinum fyri, og hin fyri at koyra 110 km um tíman, sum hann fær klipp í koyrikortið fyri.











