Einar Føroyar eisini fyri kvinnur

Tíðindaskriv frá Demokratia:

 

Í Føroyum mangla út við 2.400 kvinnur. Stórur partur av teimum er ungdómur, sum tíverri ikki myndar samfelagið og fólkaræðið. Millum tey ungu eru fleiri kvinnur enn menn, sum velja Føroyar frá, og ov nógv teirra venda ongantíð heimaftur.

Hetta eigur at føra til sjálvrannsakan. Hvat kunnu vit gera!?

Hósdagin 26. mars skalt tú sum veljari gera av, hvat fyri signal vit senda ungu kvinnunum. Bæði teimum, ið umhugsa at flyta heim aftur, og teimum, sum kundu hugsað sær at valt Føroyar til, men sum treyðugt flyta av landinum.

Í 2011 vórðu metnógvar kvinnur valdar á Ting: 10. Í 2015 fingu vit sama úrslit. Í 2019 fall talið av tingkvinnum niður á 8. Og í 2022 komu vit aftur ájavnt við metið.

Metið er nú 15 ára gamalt og als einki at reypa av. 23 tingmenn og 10 tingkvinnur er langt frá nøktandi úrslit fyri kvinnuumboðanina.

Góði veljari: Nú hevur tú møguleikan at geva ungum kvinnum vón um framtíðina. Á øllum listum eru væl skikkaðar kvinnur.

Velur tú eina kvinnu, hevur tú gjørt títt.