Elbilar vinna fram í ES – Danmark framvegis greitt á odda

Elbilar vinna alsamt størri marknaðarlut í ES, og Danmark er framvegis landið, har elbilar fylla mest í nýggju bilasøluni. Í Føroyum gongu skiftið til elbilar nógv seinni

Yvir 203.000 nýggir elbilar vórðu skrásettir í ES í mai. Danmark hevur framvegis nógv størsta lutin av elbilum í nýggju bilasøluni. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Danska vinnufelagið Mobility Denmark skrivar í tíðindaskrivi, at í tað vóru skrásettir 955.013 nýggir persónbilar í ES í mai.

Av teimum vóru 203.417 elbilar, svarandi til 21,3 prosent av øllum nýskrásetingunum. Tað er ein vøkstur upp á sløk 43 prosent samanborið við sama mánað í fjør.

– Gongdin við elbilum tekur seg støðugt fram í ES, men Danmark heldur framvegis eina sannførandi oddastøðu. Tað er úrslitið av eini miðvísari politiskari ætlan, sum hevur stimbrað grøna orkuskiftið, sigur stjórin í Mobility Denmark, Mads Rørvig.

Í Danmark vóru 78,7 prosent av øllum nýskrásettum bilum í mai elbilar.

Sambært Mobility Denmark eru tað serliga londini í Norður-Europa, sum hava stóra undirtøku fyri elbilum. Men eisini í størri londum sum Týsklandi og Fraklandi veksur talið av elbilum.

Í Fraklandi vóru 29,1 prosent av nýggju bilunum í mai elbilar – umleið sami marknaðarlutur, sum Danmark hevði fyri trimum árum síðani.

– Danmark gongur á odda, men gongdin vísir eisini, at restin av Evropa má fylgja við, um grøna orkuskiftið veruliga skal taka dik á seg, sigur Mads Rørvig.

Sambært Danmarks Statistik vóru 17,4 prosent av øllum persónbilum í Danmark elbilar í november 2025.

Ætlanin var at hækka skrásetingargjaldið á elbilum frá 1. januar 2026, men við fíggjarlógaravtalu varð hendan broyting útsett til 2027. Tað merkir, at elbilar, sum kosta upp til 419.000 danskar krónur, framvegis eru frítiknir fyri skrásetingargjaldi í ár.

Í mun til í Danmark, har parturin av elbilum var 17,4 prosent í november í fjør, so kann sigast, at Føroyum var parturin av elbilum 1. juni í ár bara 11 prosent. Av 28.411 skrásettum bilum eru 3.119 elbilar.

Og tað er ikki ætlanin hjá landsstýrinum at halda fram við stuðulsskipanum til elbilar fyri á tann hátt at stimbra undir grøna orkuskiftið. Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum hevur upplýst, at niðurlagingin av stuðulsskipanum til elbar byrjaði í 2025, soleiðis at endurgjaldið av mvg til keyp av elbili í ár er í mesta lagi 35.000 krónur, næsta ár 17.500 krónur og eisini tað steðgar í 2028. 

Harumframt er ein niðurlagingarætlan ásett í lógini, so at allir bilar verða javnsettir í 2028, tá talan er um at rinda skrásetingargjald í landskassan, sum elbilar upprunaliga hava verið frítiknir fyri.

Tað vísir, at føroyskir og danski politikarar ikki hava somu hugsan um, at neyðugt at strimbra søluna av elbilum við at geva elbilum fyrimunir við bíligar gjøldum.

 

Yvir 203.000 nýggir elbilar vórðu skrásettir í ES í mai. Danmark hevur framvegis nógv størsta lutin av elbilum í nýggju bilasøluni. (Mynd: Ritzau Scanpix)