Eldur í bili á Sundi

Um 20 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum bili millum Sandvíkarhjalla og Sund.

(savnsmynd)

Men tá løgregla og sløkkilið kom á staðið var eldurin sløktur. 

– Tað var onkur, sum hevði ein pulvursløkkjara, sum fekk sløkt eldin, sigur vakthavandi á politistøðini.

Tað vísti seg, at ein slanga frá bensintanganum var farin at leka, og tað gav nógvan royk.

 

 

(savnsmynd)