Johnny Madsen deyður

Danski fjøllistamaðurin Johnny Madsen er deyður, eftir at hava stríðst við sjúku í longri tíð.

 

Hetta skriva danskir miðlar.

 

Hann andaðist stillisliga, og hendi hetta heima á Fanø, og var hetta eftir egnum ynski, skriva danskir miðlar.

 

Madsen var kendur sum tónleikari og málari. Sum tónleikari hevur hann í mong ár verið millum tey í fremstu røð í Danmark.

 

Johnny Madsen gjørdist 73 ár.