Pernille vann á Janu í bestu donsku hondbóltsdeildini

Keypmannahavn og Viborg eru millum seks tey fremstu liðini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Í Frederiksberg Opvisning høllini tóku Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.

 

Keypmannahavn vann dystin 36-32. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 19-15.

 

Pernille skoraði tvey mál og vann liðnum tvey brotskøst. Jana skoraði fýra mál, legði upp til fýra mál og vann liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var Jana næstmest effektivi leikarin hjá Viborg.

 

Komandi leygardag klokkan 13 verður føroyingauppgerð í Viborg. Tá koma Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing á vitjan. Sama dag klokkan 15 spælir Keypmannahavn móti Silkeborg-Voel á útivølli. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1Odense 714
2Ikast-Herning   712
3Team Esbjerg     712
4Keypmannahavn710
5NFH    710
6Viborg HK  710
7SønderjyskE76
8Silkeborg-Voel  75
9Skanderborg  75
10EH Aalborg74
11Horsens 74
12Aarhus United74
13Bjerringbro  72
14Ringkøbing  70