Donald Trump skrivar á sosiala miðli sínum, Truth Social, at tað er "nógv tos um umfatandi svik í Filadelfia".
Býurin liggur í sveiggjstatinum Pennsylvania, sum við 19 valmonnum er tann sveiggjstaturin við flest valmonnum. Tað ger tað ógvuliga týdningarmikið fyri bæði Kamalu Harris og Donald Trump.
– Løgreglan er á veg!!!, skrivar Trump.
Republikanska forsetavalevnið vísir eingi prógv fyri pástandi sínum.
Tá Trump tapti fyri Biden í 2020, noktaði hann at góðtaka valúrslitið, sum hann segði verða "stolið".
/Ritzau/