Hugskotið kemur úr Noregi, har Frelsunarherurin við góðum úrsliti hevur roynt henda háttin at savna inn pening til sítt arbeiði.
- Eg fall fyri hugskotinum, og nú eru vit til reiðar at fara út á arbeiðspláss kring landið í Føroyum við nýggju innsavningarfløskuni.
Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum, sigur, at arbeiðspláss eru hjartaliga vælkomin at venda sær til hansara.
- Vilja tit hava eina slíka innsavningarfløsku standandi á tykkara arbeiðsplássi, stovni ella felagshúsi, kann ringjast til mín á tlf. 517300.
Martin Kúrberg sigur, at allur stuðul, sum á henda hátt kemur inn við fløskum og blikkum, fer óskerdur og beinleiðis til føroysku rúsviðgerðina.
- Vit eru fegin og eyðmjúk um allan stuðul, sum innsavningin kann geva, og vit ásanna, at tað er úr tí smáa, at tað stóra veksur og gevur úrslit.
Hann vísir á, at higartil hevur verið ringt út til nøkur einstøk størri arbeiðspláss, og móttøkan hevur verið sera góð.
- Arbeiðspláss, stovnar og feløg eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum, um tey vilja hava eina innsavningarfløsku standandi, sigur Martin Kúrberg.