FIRST LEGO League Challenge er tiltak, har børn og ung í aldrinum 10 til 15 ár í 8 vikur byggja lego-robott og forrita hann, umframt at tey samstarva tvørfakliga við at menna eina verkætlan, har tey arbeiða við eini sjálvvaldari avbjóðing. Leygardagin er endabresturin, og tá verða avrikini hjá næmingunum mett av 30 dómarum.
hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.
Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin klokkan 9.30, og væntandi eru allar framløgurnar lidnar klokkan 13.00. Tá savna dómararnir úrslitini saman, meðan finalurnar eru í robottkoyringini. Steypahandan er væntandi kl 14.45, og tiltakið er liðugt umleið kl 15.30.
Liðini, sum luttaka í kappingini í ár, eru úr skúlum ymsa staðni í Føroyum: Klaksvík, Porkeri, Sandi, Strondum, Runavík og Havn. Liðini finna út av við egnum royndum, hvussu gott tað er at fevna fjølbroytni í einum slíkum arbeiðsbólki, sum skal byggja og forrita legorobottar, menna innovativ hugskot, marknaðarføra hugskotini og samskipa alt arbeiðið, so tey loysa uppgávur innan tær 8 vikurnar, sum ganga frá, at uppgávan verður latin, til kappingin verður hildin.
Alt snýr seg tó ikki um at vinna. Her koma kjarnuvirðini inn í myndina. Tað er minst líka týdningarmikið, at liðini vísa, hvussu tey arbeiða við kjarnuvirðunum hjá FIRST LEGO League, sum eru uppdaging, nýmenning, ávirkan, umfevnan, samstarv og stuttleiki.
FIRST LEGO League byrjaði í 1999, tá amerikanska FIRST og danska LEGO skipaðu fyri fyrstu FIRST LEGO League fyri næstan 1000 liðum. Hvørt ár verður nýtt spennandi og viðkomandi evni valt. Nøkur dømir eru Mission Mars frá 2004 við íblástri frá nýggja robottinum á Mars, Climate Connections frá 2009, sum nam við heimsumfevnandi veðurlagsbroytingarnar, og Senior Solutions frá 2013, sum gav teimum ungu høvi at finna loysnir til eldri borgarar við serligum tørvi. Í ár er evnið Submerged, sum viðger evnir undir vatnskorpuni. Tað kann ikki sigast annað enn at vera rættiliga viðkomandi fyri júst føroysk børn og ung.
Føroyar hava luttikið í FIRST LEGO League síðan 2005, og kappingar hava verið í Føroyum síðan 2006. Kurt Madsen, sáli, var ein av stigtakarunum. Hetta er ein av heimsins størstu kappingum fyri børn og ung innan tøkni og innovatión, og í ár luttaka ung úr fleiri enn 110 londum. Tvey lið úr Føroyum vinna heiðurin at fara til finaluna í Danmark, har tey møta øðrum vinnandi liðum, skrivar www.skulabladid.fo.
Les meiri her: FIRST LEGO League – Føroyar
Myndin er frá finaluni í 2018.