Samstarvið við Russland eigur at halda fram

- Vit eiga ikki at ofra okkara fiskimenn í ein kensluligum stríði, heldur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag

- Tað vóru nógvir fiskimenn, sum hildu ondini, tá nýggjur fiskveiðisáttmáli skuldi gerast millum Føroyar og Russland seint í 2023. Fleiri flokkar ynsktu ikki at halda fram við avtaluni - ein avgerð, sum kundi rykt lívsgrundarlagið undan nógvum fiskimonnum og húskjum teirra. 

 

Soleiðis skrivar Jan Højgaard á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum í dag.

 

Og hann leggur aftrat, at sum formaður í felagnum ógvaðist hann og helt ondini saman við teimum, sum hava sítt lívibreyð í russiskum sjógvi í Barentshavinum.

 

- Tosað varð í ramasta álvara um at slíta samstarvið við Russland og hugsað varð ikki um okkara sjófólk, ið hava havið sum sítt arbeiðspláss. Her varð heldur hugsað um tey herðaklapp, sum elitan niðri á meginlandinum fór at geva teimum fyri at ofra egið fólk.

 

Jan Højgaard vísir á, at hann sum formaður í Føroya Fiskimannafelag setti seg í samband við russiskar fiskivinnumyndugleikar, har hann segði seg vóna, at Føroyar kundu halda fram við tí góða samstarvi, sum er landanna millum.

 

- Russar svaraðu, at teir eisini vónaðu, at góðu viðurskiftini kundu halda fram. Teir løgdu dent á, at tað var umráðandi, at sjófólk teirra høvdu atgongd til føroyskar havnir og tænastur, so sum viðlíkahald, umskipan og annað.

 

Og Jan Højgaard heldur fram:

 

- Vandi var á ferð, tí nú stóðu vit til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir høvdu sítt lívsgrundarlag. Øll tey stóru frambrotini vóru við at fara fyri bakka - bara, tí onkur vildi kvetta uttan at hugsa seg um.         

 

Formaðurin í Fiskimannafelagnum vísir á, at hevði ætlanin um at kvetta við russar tá verið framd, høvdu Føroyar mist veiðirættindini í Barentshavinum og russiska marknaðin, sum hevur tikið ímóti nógvum fiski úr Føroyum.

 

- Vit hildu kortini tætt at kroppinum fyri ikki at birta undir eldin, sum var kyndur fyri at gera enda á fiskivinnusamstarvinum við russar. Enn hava vit skipini, og vit hava fingið nýtt nótaskip.

 

Jan Højgaard leggur á heimasíðu felagsins aftrat, at allur vesturheimurin samstarvar við russar, og tí heldur hann, at vit eiga at gera tað sama.

 

- Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensluligum stríði, heldur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.