Bót fyri at tendra neyðbluss á Tórsvølli

Neyðbluss er trygdarútgerð, sum ikki skal brúkast á fótbóltsvølli

Nógv fólk vóru á Tórsvølli í gjárkvøldið til steypafinaluna millum HB og B36, og har var løgreglan eisini til staðar. Har vóru fýra mál skrivað um fólk, sum tendraðu neyðbluss inni á leikvøllinum.

– Tey fáa bót fyri tað. Vit kunnu ikki siga, hvussu stór bótin er, tí tað má standa sína roynd eftir nýggju lógini um fýrverk, sum kom í gildi fyri nýggjar í fjør, sigur vakthavandi á politistøðini.

Eisini fekk ein persónur á Tórsvølli eina skuldseting um brot á skilhaldsreglarnar, tí hann var so ólátaður.

Løgreglan sigur, at hóast nógv fólk var í býnum, so var gott skil á – helst tí at veðrið var so vánaligt, at fólk skundaðu sær til hús.

Eitt ferðsluóhapp var við tunnilsmunnan á Eysturoyartunlinum í Rossagili streymoyarmegin, har ein bilur koyrdi út av einum plássi beint við munnan og breyt víkiskylduna. Førarin gáaði ikki eftir, at ein bilur kom koyrandi framvið, í tí hann koyrdu út á vegin. Eingin fólkaskaði hendi, men hetta darvaði ferðsluni í eina hálvan tíma ella so, sigur vakthavandi.