Bloomberg veit í kvøld at siga, at Starlink hjá ríkmanninum, Elon Musk, nú bjóðar iranum ókeypis internet, og Starlink-tænastan til SpaceX er nú tilgongilig í Iran uttan kostnað.
Mett verður, at 50.000 Starlink-eindir eru smuglaðar inn í Iran, hóast tær eru ólógligar í landinum.
SpaceX hevur tikið burtur gjaldið fyri Starlink-internet í Iran í einari tíð, har nógv fólk eru dripin í mótmælistiltøkum, samstundis sum myndugleikarnir í landinum hava sløkt fyri internetinum.
Fólk, sum hava kunnleika til Starlink-virksemið, vátta yvirfyri Bloomberg, at internettænastan hjá Elon Musk nú er ókeypis í Iran.
Ríkmaðurin hevur áður veitt ókeypis internet um sína Starlink-tænastu. Hann veitti eisini ókeypis internet, bæði til ukrainskar borgarar og ukrainska herin, eftir at Russland leyp grannalandið.











