EM: Her er italski hópurin sum spælir við Tjarnir í januar

9. og 11. januar spæla Føroyar móti Italia við Tjarnir

Savnsmynd frá HM-undanundandystinum Føroyar-Italia 27-26 (11-13) 16. januar í 2022

Venjingardystirnir hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti móti Italia við Tjarnir vera spældir 9. januar klokkan 19 og 11. januar klokkan 17. 

 

Italski landsliðsvenjarin, Bob Hanning hevur kunngjørt hópin, ið skal kappast í bólki F í EM-endaspælinum. Bólkur F verður leiktur í Kristianstad í Svøríki. Mótstøðuliðini hjá Italia vera Ísland, Ungarn og Pólland. So italiumenn eru komnir í ein torføran innleiðandi bólk.

 

Bob Hanning hevur tikið út hesar 20 leikararnar, har tveir seinni vera sáldaðir frá. Millum teir kosnu er høgri vongurin hjá Füchse Berlin, Leo Prantner, ið hevur drigist við ein akslaskaða í longri tíð: 

 

Málverjar: 

Domenico Ebner – SC DHfK Leipzig

Giovanni Pavani – Handball Sassari

Pau Panitti – Fraikin Granollers

 

Vinstru vengur:

Gianluca Dapiran – Cassano Magnago

Jeremi Pirani – Tremblay

Simon Sirot – Füchse Berlin

 

Vinstru bakkar:

Davide Bulzamini – VfL Potsdam

Mikael Helmersson – HSC 2000 Coburg

Christian Manojlovic – Poli Timisoara

Simone Mengon – TVB Stuttgart

Marco Mengon – VfL Potsdam

 

Spælskiparar:

 

Giacomo Savini – Cassano Magnago

Andrea Parisini – Limoges

Tommaso Romei – Bregenz Handball

 

Høgru bakkar:

 

Thomas Bortoli – Istres

Juan Pablo Cuello – Pallamano Chiaravalle

 

Høgru vengur:

Leo Prantner – Füchse Berlin

Nicolò D’Antino – Cangas

Davide Pugliese – BM Nava

 

Strikuleikari:

Gabriele Sontacchi – VfL Potsdam

 

Savnsmynd frá HM-undanundandystinum Føroyar-Italia 27-26 (11-13) 16. januar í 2022