Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagar hansara á danska landsliðnum manna bólk B saman við Rumenia, Norðurmakedonia og Portugal. Ferfaldu heimsmeistararnir, Danmark hava eina stóra favorittstøðu.
Tað er eisini ein stórur fyrimunur hjá Danmark, at dystirnir í bólki B vera leiktir í Boxen í Herning, har Danmark fer at fáa risastóran stuðul.
Skráin fyri bólk B:
16. januar: Portugal – Rumenia, kl. 17.
16. januar: Danmark – Norðurmakedonia, kl. 19.30.
18. januar: Norðurmakedonia – Portugal, kl. 17.
18. januar: Rumenia – Danmark, kl. 19.30.
20. januar: Norðurmakedonia – Rumenia, kl. 17.
20. januar: Danmark – Portugal, kl. 19.30.











