MFS hevur í fleiri áratíggju arbeitt fyri at betra um korini hjá føroyskum lesandi, og tí er tað gleðiligt, at politiski áhugin nú er vaksandi.
Eitt heilt ítøkiligt mál, sum vit meta, at politikarar í Føroyum eiga at raðfesta, er upptøka í Erasmus+ skipanina. Hetta er eitt mál, sum vit í MFS hava arbeitt við leingi, og sum eisini hevur verið á politisku dagsskránni í nøkur ár. Men nú nærkast 2028, tá nýggi fíggjarkarmurin fyri Erasmus+ byrjar, og tí vilja vit ikki bara hoyra um góðan vilja – vit vilja síggja ítøkilig stig og økta fígging til millum annað Fróðskaparsetrið, soleiðis at vit kunnu náa krøvunum til Erasmus+ upptøku áðrenn 2028.
Hví er Erasmus+ týdningarmikið?
Umleið 40% av hvørjum árgangi fer av landinum í lestrarørindu og hetta síggja vit sum eitt tekin um bæði avmarkaðar møguleikar í Føroyum og ein sterkan hug hjá ungum føroyingum at royna seg uttanlands. Ofta verður sagt, at tað er gagnligt, at føroyingar fara út í heim at ogna sær vitan, men veruleikin er, at tey flestu alíkavæl fara ikki út um Ríkisfelagsskapin. Við Erasmus+ fáa lesandi í Føroyum nógv lættari atgongd til eitt breitt úrval av universitetum kring alt Evropa, og sostatt betri møguleika at nema sær altjóða royndir og førleikar.
Hetta snýr seg í grundini um at geva føroyskum lesandi fleiri møguleikar. Við Erasmus+ kunnu tey velja at lesa í Føroyum og samstundis taka partar av útbúgvingini uttanlands. Samstundis fáa lesandi úr Evropa møguleika at koma til Føroya í eitt ella fleiri semestur. Hetta hevði bæði styrkt trivnaðin hjá lesandi og gjørt Føroyar til eitt meira attraktivt lestrarland.
Vit í MFS síggja hetta ikki bara sum eina íløgu í lesandi, men sum eina íløgu í framtíð Føroya. Fleiri ung, sum velja Føroyar, hægri fakligt støði og sterkari altjóða sambond eru avgerandi fyri menningina av samfelagnum. Hetta er ein ítøkilig raðfesting, sum kann skapa jaligar avleiðingar í nógv ár fram.
Ein fíggjarlig og samfelagslig íløga.
Hyggja vit at okkara grannalondum, sum Ísland, sæst greitt, at Erasmus+ ikki bara styrkir útbúgving, men eisini gevur fíggjarligt avkast. Tað er ein skipan, sum lønar seg – bæði fakliga og búskaparliga.
Setrið skal vera eitt altjóða universitet á høgum fakligum stigi. Ein avgerandi partur av tí málinum er at fáa atgongd til Erasmus+ skipanina og menna eitt altjóða kampusumhvørvi í Føroyum, har føroysk og útlendsk lesandi kunnu nema sær útbúgvingar á altjóða stigi.
Limaskapur í Erasmus+ er neyðugur, tí:
- Tað verður meira tiltalandi fyri ungdómin at velja Setrið, tá møguleiki er fyri skiftislestri í eitt ella tvey semestur.
- Lesandi úr Evropa kunnu koma til Føroya, sum økir um bæði fígging og virksemi á Setrinum, samstundis sum tað styrkir fakligt støði og altjóða samstarv.
- Ein blanding av føroyskum og altjóða lesandi hevði stimbrað lestrarumhvørvið og skapt nýggjar møguleikar fyri fakligari og mentanarligari menning.
- Erasmus+ gevur eisini atgongd til fígging til Fróðskaparsetrið, gransking, tiltøk og einstøk lesandi.
Føroyar eiga tí at gerast ein fullgóður partur av Erasmus+ skipanini. Tað krevur:
- Fígging til upptøku í skipanina, mett at vera umleið 3 milliónir krónur.
- At Føroyar liva upp til treytirnar í Bologna-sáttmálanum.
- Fígging til eina fasta umsitingareind á Setrinum, sum kann umsita og menna
- skiftislesnað.
Hetta er ikki ein útreiðsla – hetta er ein íløga, sum fer at fáa fígging og nýggjar møguleikar til Føroya.
Tí er okkara greiða áheitan: Politikarar mugu seta ferð á arbeiðið nú, so vit náa fíggjarkarmin 2028. Vit hava ikki ráð at bíða. Um Føroyar skulu vera partur av altjóða vitanarheiminum, krevur tað, at vit eisini taka lut í teimum skipanum, sum mynda hann.
Erasmus+ er lykilin. Nú er tíðin at brúka hann.










