– Hetta er ikki baseball, skrivar Micallef á X.
Hann sigur, at fótbólts-VM framvegis er størsta ítróttartiltakið í heiminum, men at mørk nú eru rokkin.
– Hin støðugt vaksandi handilsliggeringin av fótbóltinum hevur fingið ov nógv pláss. Hon hóttir tað, sum ger fótbólt til heimsins mest væl umtókta ítrótt, skrivar ES-kommisserurin.
Harvið tekur hann undir við nýggja bretska forsætisráðharranum, Andy Burnham, sum eisini hevur funnist hvassliga at ætlanunum hjá Fifa.
Fifa kunngjørdi týsdagin eina ætlan um at stovna eitt handilsligt felag og selja partar av tí. Endamálið er at útvega umleið 27,6 milliardir krónur, sum sambært Fifa skulu enduríleggjast í fótbóltin.
Ætlanin krevur tó undirtøku frá meirilutanum av limalondunum í Fifa.
Bæði UEFA og Concacaf hava funnist at uppskotinum og serliga at vantandi gjøgnumskygni í tilgongdini.
Eisini enska fótbóltssambandið, FA, sigur, at tað als einki kendi til ætlanina frammanundan.
– Vit vistu einki um hetta uppskotið, og vit hava ongar ítøkiligar upplýsingar um innihaldið ella treytirnar, skrivar FA, sum samstundis sigur seg vera sera stúrið um tilgongdina.
Hans-Joachim Watzke, sum bæði er varaforseti í týska fótbóltssambandinum og í stjórnini hjá UEFA, kallar uppskotið hjá Fifa fyri "eitt greitt álop á fótbóltin".
Hann heitir á evropeisku limalondini um at standa saman móti ætlanunum.











