Harra formaður.
Ein glotti fyri framman,
ytst í havsbrúnni hómast ljós. Nú standið saman fólkið
og setið út í kort nýggja kós.
Vónríku orðini hjá M. C. Restorff hóska seg væl, nú farið verður inn í fyrsta tingárið eftir valið. Nýtt løgting.
Nýtt landsstýri.
Nýggj kós er sett út í kortið.
Kósin, vit hava sett, skal fyrst og fremst styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri.
Styrkja røturnar, sum halda okkum saman og geva nýggjum spírum bestu umstøður at vaksa. Endamálið er at finna varandi semjur, sum vit eru felags um.
Ikki bara nú, men í mong ár frameftir.
***
Harra formaður.
Fyrr í ár sótu nærum allir føroyingar sum undir andakt og hugdu at sendirøðini Hoydalar. Ungir spírar valdu sangir, sum hava livað í okkara felags minni og góvu teimum nýtt lív. Teir fingu nýggjar greinar at vaksa úr rótum, sum undanfarin ættarlið hava fest.
Júst henda myndin sigur nógv um samfelagið, vit vilja skapa. Vit skulu ikki velja millum tað gamla og tað nýggja.
Vit skulu ikki seta ættarlið hvørt upp ímóti øðrum.
Ferðast í flokkum, men spjødd innaní, yrkir Eyðun Nolsøe.
Tá ið vit eru spjadd, dragnar samfelagið.
Tað mennist, tá ið allir føroyingar hava møguleikar at festa røtur, vaksa og seta sín egna dám á framtíðina.
***
Og júst tað at festa røtur byrjar við einum staði at hoyra til.
Einum heimi.
Einum bústaði.
Í dag kenna ov nógv fólk, at leiðin til egnan bústað er ov long og tung.
Tað ávirkar ikki bara tey ungu.
Tað ávirkar alt samfelagið.
Tí tá ið fólk ikki fáa sett búgv, verður eisini torførari at stovna familju og skapa eina framtíð her í Føroyum.
Vit skulu ikki hava sitandi á okkum, at ættarliðini, sum koma, eru verri fyri enn foreldur teirra. Vit fara tí at seta ítøkilig átøk í verk á bústaðarmarknaðinum.
Mvg verður afturborið, tá ið nýggir bústaðir verða bygdir.
Tað verður einfaldari at avgreiða byggimál, tí viðgerðin av málum um matrikkulering verður stytt. Byggisamtyktir verða frameftir bara góðkendar av kommunum.
Bygningskunngerðin verður endurskoðað.
Vit fyrireika ein bústaðagrunn, ið skal lætta um fíggingina hjá teimum, sum keypa ella byggja sín fyrsta bústað.
Og í løtuni verða fyrstu stigini tikin til at byggja nýtt lestrarheim við hundraðtals íbúðum, eins og vit kenna tað í okkara grannalondum.
***
Harra formaður.
Í sanginum Morgun hjá Martini Joensen, sum spírin Emma tulkaði so inniliga í Hoydølum, verður sungið:
Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín. Byrða, ið tung er at bera – ber hana betur enn vit.
Skulu komandi ættarlið bera byrðar betur enn undanfarin, skulu vit áhaldandi gera umstøðurnar hjá familjum lættari.
Foreldur skulu sjálv kunna leggja barsilsfarloyvið til rættis eftir sínum tørvi. Tí tað eru fyrst og fremst tey, sum kenna tørvin hjá familjuni.
Tí hevur samgongan sett sær fyri at gera barsilsskipanina smidligari.
Høgur livikostnaður rakar nógv, og serliga barnafamiljur merkja tað, tá ið útreiðslurnar vaksa. Tí verður skattafríur barnakekkur á 20.000 krónur latin, tá ið ein fær barn.
Barnafrádrátturin skal hækka í stigum næstu árini.
Og farið verður undir at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening.
Hesi eru átøk, sum skulu gera tað lættari at skapa eitt familjulív í Føroyum.
Men góður familjupolitikkur snýr seg eisini um tey ungu og teirra møguleikar.
Ætlanin er at seta á stovn skattafría íløgukontu, sum kann eggja fólki til íløgur og geva betri møguleikar at spara saman.
Málið er eisini at hækka bæði frádráttin hjá lesandi og inntøkumarkið fyri mótrokning í lestrarstuðli.
Endamálið er at minka um fíggjarliga trýstið á tey lesandi og gera tað lættari at útbúgva seg í Føroyum.
***
Men harra formaður.
Í Hoydølum vóru tað ikki bara tey ungu, sum vóru í miðdeplinum.
Hvør sangur hevði sína søgu.
Og framman fyri hvønn spíra stóð ein stjørna, sum hevði gingið leiðina frammanundan.
Eitt undangongufólk.
Soleiðis er eisini í Føroyum.
Gerandisdagurin í dag er skaptur av ættarliðum, sum løgdu lív og sál í, at nógv av okkum skuldu fáa møguleikarnar at trívast og mennast.
Og tíbetur hava vit millum virknastu eldru borgarar í Evropa. Helvtin av borgarum millum 65 og 74 ár er í arbeiði.
Tað er eingin sjálvfylgja.
Tað er tí, at arbeiðssemi eyðkennir okkara mentan.
Og júst hetta er púra avgerandi fyri samanhangsmegina millum ættarliðini. Tí Føroyar eru fámentar.
Tað merkir, at hvør einasta arbeiðandi hond, sama hvør aldurin er, flytur okkum rætta leið og slóðar fyri, at vit varðveita tað góða samfelagið.
Og tí, harra formaður, skulu vit hava eina skipan, har tað loysir seg betur at arbeiða. Eisini hjá pensjonistum.
Tí verður markið fyri mótrokning hækkað.
Og vit mugu tryggja, at tey, sum av ymsum orsøkum mugu av arbeiðsmarknaðinum, hava virðilig kor.
Fyritíðarpensjonistar hava ikki somu eftirlønarskipan sum aðrir pensjonistar og verða verri fyri fíggjarliga, tá ið teir verða fluttir yvir í fólkapensjón.
Tí fáa teir eina serliga eftirlønarviðbót aftrat vanligu fólkapensjónini.
***
Harra formaður.
Eitt gott samfelag verður ikki einans mátað eftir tí, sum tað gevur okkara ungu.
Tað verður eisini mátað eftir, hvussu væl vit fara við okkara eldru borgarum, sum hava gjørt sínar skyldur og tikið ábyrgd ígjøgnum eitt heilt arbeiðslív.
Sagt á annan hátt:
Vit skulu virðismeta sporini, sum okkara forfedrar settu í sandin. Vit mugu ongantíð gloyma røturnar, sum góvu okkum lív.
***
Men harra formaður.
Ikki alt, sum festir røtur, er gott. Tað mugu vit hava í huga.
Í Skriftini lesa vit, at okkurt kann vera rót til alt ilt.
Í dag haldi eg, at vit øll á hesum høga tingi kunnu vera samd um, at rúsevni eru rótin til alt ilt.
Og tí mugu vit leggja meira fyri nú.
Fyrr í summar boðaði løgreglan frá, at brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari.
Hald verður lagt á størri nøgdir av rúsevnum, og tað kann vera ein ábending um vaksandi misnýtslu.
Hetta eru hagtøl.
Men tað eru menniskju, ið búgva undir hagtølunum.
Ung fólk við dreymum.
Foreldur við stúranum.
Vit skulu ikki hyggja burtur.
Vit skulu taka ábyrgd.
Øll í felag.
Tí hetta er ikki bara eitt samgongumál, men eitt samfelagsmál.
***
Hvat er rótin til alt hetta ónda, sum floymir inn í føroyska samfelagið?
Ábendingar eru um, at tað eru bakfólk í útlendskum harkaliðum. Tey rinda ofta heilt ungum fólkum og viðbreknum borgarum í Føroyum smáar upphæddir fyri ólógligar tænastur.
Tað skal steðgast.
Og tí er spurningurin, um tíðin er komin, at politiski myndugleikin – í samráð við løgregluna – setur í verk serstøk átøk móti skipaðum brotsverkum og harkaliðum.
Hetta skal forða fyri, at okkara børn og ungu gerast partur av slíkum oyðileggjandi virksemi. Samstundis mugu vit ásanna, at hetta er ein samansettur trupulleiki.
Eitt fet á leiðini er at herða revsingar og styrkja eftirlitið við markið.
Men tað týdningarmesta er at fyribyrgja og tálma rúsevnanýtslu sum heild.
Og her hugsi eg ikki bara um misnýtslu, men eisini nýtslu.
Í seinastuni hava vit sæð fleiri dømi um, at tað er vorðið vanligt at taka rúsevni á almennum, sjónligum støðum, eitt nú á festivalum.
Sum løgmaður verður tað ein av mínum fremstu uppgávum at seta neyðug átøk í verk ímóti tí. Tí avleiðingarnar eru vanlukkuligar.
Fyri hvønn einstakling, sum kemur ígjøgnum lívið uttan misnýtslu, spara vit familjur fyri stúran, stovnar fyri stórar uppgávur og samfelagið fyri høgan kostnað.
Tí verður SSP-samstarvið styrkt.
Seinni í ár letur RÓWT nýtt tilhaldsstað upp til ung við samansettum trupulleikum. Endamálið er, at ung fáa tak yvir høvdið og kenna seg vird og hoyrd.
Nýtt og dagført undirvísingartilfar um rúsevni verður gjørt.
Arbeitt verður við at styrkja fyribyrging, skjóta hjálp og viðgerð til fólk við misnýtslu og teirra familjur.
***
Men tíbetur, harra formaður, eiga vit eisini livandi fyrimyndir at spegla okkum í. Her hugsi eg bæði um ítróttarfelagsskapir, sjálvboðin, eldsálir og einstaklingar.
Í dag vil eg draga fram søguna hjá Rúnu Nón Bjartalíð.
Rúna greiddi fyrr í ár alment frá, hvussu hon slapp burtur úr rúsevnismisnýtslu. Sum 18 ára gomul tók hon trupla stigið og bað Martin Kúrberg hjálpa sær.
Tá ið hon ringdi til Martin, svaraði hann:
“Tær havi eg bíðað leingi eftir.”
Orðini vóru byrjanin til, at hon fótaði sær.
Í dag er hon ein virkin og týðandi partur av felagsskapinum í KÍ.
Og besta fyribyrgingin er júst, at børn og ung hava ein góðan felagsskap at vera partur av.
Tí gleða vit okkum til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum næsta ár. Tað er eitt sjálvsagt høvi at savna allar Føroyar um góðar fyrimyndir, sterkar felagsskapir og virkið ungdómslív.
***
Harra formaður.
Úr útheimi koma árin, sum broyta lívsvirðini nógv, verður sungið í Føroyingar eftir M. C. Restorff, sum spírin Sophilia tulkaði egið og vakurt í Hoydølum.
Tey orðini minna okkum á, at Føroyar liva ikki avbyrgdar frá umheiminum.
Trygdarstøðan í Evropa og um okkara leiðir er vorðin munandi meira avbjóðandi, og tað setur stór krøv til samanhald og samstarv.
Tí er avgerandi, at Føroyar enn sum áður standa saman við okkara sameindu í NATO og vesturheiminum.
Men árin úr útheimi síggjast eisini á annan hátt.
Í dag gongur væl búskaparliga, og so at siga eingin er arbeiðsleysur.
Tí eru nógv útlendsk arbeiðsfólk komin til Føroya. Tey eru við til at halda hjólunum í gongd í vinnuni.
Fleiri teirra hava gjørt Føroyar til sítt heim, duga føroyskt og eru ein virkin partur av okkara samfelagi. Tað er ein styrki.
Men eitt lítið samfelag sum okkara hevur eisini skyldu at hugsa um, hvussu tilflytingin verður skipað.
Vit kenna gongdina frá fleiri grannalondum, har ov skjót og illa skipað tilflyting hevur elvt til stórar avbjóðingar.
Avleiðingin er, at vælferðarskipanir kunnu hokna undir trýstinum.
Teimum royndunum skulu vit læra av.
Annars fáa vit somu trupulleikar og kunnu gerast fremmand í egnum landi.
Tí er farið undir eina umfatandi broyting í útlendingalógini.
Ein lóg um onnur trúarsamfeløg verður fyrireikað, sum staðfestir, at føroysk lóggáva og mentan, fólkaræði, javnstøða og virði skulu virðast.
Men vit mugu eisini gera broytingar alt fyri eitt.
Tí verða reglurnar um familjusameining broyttar sum skjótast, so tað ganga í minsta lagi trý ár, áðrenn samfylgjandi familja kann flyta til Føroya.
Harumframt verður krav sett um reina revsiváttan.
Vit hava stóran tørv á arbeiðsmegi og mugu hava góðar skipanir til frama fyri hetta.
Men vit skulu fremst av øllum tryggja, at føroyska samfelagið framvegis byggir á tey virði, sum hava bundið ættarlið saman og gjørt oyggjarnar til tað, tær eru í dag.
***
Harra formaður.
Í Hoydølum hoyrdu vit ungar spírar finna sína egnu rødd.
Eingin teirra royndi at vera ein annar. Tey bygdu á tað, sum onnur høvdu skapt, og høvdu sína egnu tulking.
Soleiðis eigur útbúgvingarskipanin eisini at vera.
Vit hava ikki brúk fyri, at øll velja somu leið. Vit hava brúk fyri, at tey ungu finna sína egnu leið.
Seinastu árini eru yrkisútbúgvingarnar komnar í ljósmála, og í Føroyum hava vit ein sunnan hugburð, sum virðismetir handaligu útbúgvingarnar.
Yrkisnám er vorðið ein sólskinssøga.
Leiðirnar hjá føroyskum ungdómi eru ymiskar.
Men tær hava allar eitt í felag.
Tær byggja á dirvi, arbeiðssemi og viljan at læra.
Fyrr í ár lósu vit á fiskur.fo um unga havnarmannin Andreas, sum greiddi frá, at dreymurin er at føra trolara.
Í norskum miðlum hevur Hildebrand víst, at ein ungur føroyingur kann vinna sær virðismiklar royndir á sjónum, samstundis sum hann megnar at standa á egnum fíggjarligum fótum.
Og í lýsing fyri Setrið sóu vit ein av spírunum úr Hoydølum, Onnu Lovisu, mæla øðrum til at gera tað sama sum hon, nevniliga lesa búskapar- og virkisfrøði í Føroyum.
Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir.
Vit skulu hava eitt samfelag, har eingin ungur kennir, at teirra val er minni vert enn valið hjá øðrum.
Tí fer samgongan at styrkja samstarvið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og myndugleikar. Fyrst á skrá er at endurskoða yrkisútbúgvingar.
Kampusverkætlanin heldur fram, og væntandi verður farið undir at byggja felagsbygningin um ársskiftið. Á leið trý ár eftir tað er ætlanin, at lesandi á Setrinum flyta inn í bygningin.
Atgongdin til vaksnamannalæru og førleikamenning skal gerast betri, og eisini ung við serligum tørvi skulu fáa møguleika at taka eina yrkisrættaða útbúgving.
Ætlanin er at seta útbúgvingina til klædnahandverkara á stovn í Føroyum.
Vit vilja hava ein meira skapandi fólkaskúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga fær størri rúmd.
Tí øll børn og ung læra ikki á sama hátt.
Samstundis mugu vit laga skúlan til ein nýggjan og tøkniliga avbjóðandi veruleika.
Tí verða stig tikin til at banna ella avmarka snildtelefonir í fólkaskúlanum og seta aldursmark fyri sosialar miðlar.
Og vit dagføra námsætlanir og próvtøkuhættir, við tí í huga, at vitlíki er partur av gerandisdegnum.
Tøknin broytist skjótt.
Men endamálið við skúlanum broytist ikki.
Hann skal framvegis menna menniskju, sum duga at hugsa sjálvstøðugt, taka ábyrgd og brúka síni evni til gagns fyri samfelagið.
***
Harra formaður.
Skulu okkara fólk brúka síni evni til fulnar, mugu vit tryggja, at samfelagið er sterkt og haldført.
Eitt sterkt samfelag krevur sterkt vinnulív.
Sjógvurin er framhaldandi grundarlagið undir føroysku vinnuni, men nýggir spírar vaksa eisini fram.
Smærri fyritøkur og íverksetarar menna nýggj hugskot, loysnir og møguleikar.
Vit vilja, at tað skal vera lætt at stovna virki, at krøvini til umsiting skulu vera so fá og einføld sum gjørligt, og at arbeitt verður við at styrkja fíggingarmøguleikar.
Høgi oljuprísurin og stóri orkutørvurin gera, at oljuleitingin um okkara leiðir er farin at taka seg upp aftur. Ferð verður tí sett á arbeiðið at eggja útlendskum oljufeløgum at koma til Føroya at leita eftir olju.
Vinnan hevur altíð dugað at laga seg eftir umstøðunum.
Hon hevur ment seg, tá ið nýggir møguleikar vísa seg, og hon hevur funnið nýggjar leiðir, tá ið tíðirnar eru broyttar.
Somu ábyrgd hevur politiska skipanin.
Skulu vit koma á mál við átøkunum, samgongan ætlar at fremja, mugu vit tora at gera nýskipanir.
Men nýskipanir eru ikki eitt mál í sjálvum sær.
Tær skulu vera skynsamar og ábyrgdarfullar.
Einki at gera kann eisini merkja at gera okkurt skeivt.
Politikkur snýr seg um at taka ábyrgd av avgerðunum, sum fáa týdning mong ár fram í tíðina.
Tað er okkara uppgáva sum politisk skipan at tryggja, at vit ikki lata avbjóðingarnar vaksa seg størri, enn tær nýtast at vera.
Tá ið eg nevni politisku skipanina, hugsi eg fyrst og fremst um løgting og landsstýri. Men eg vil eisini koma við eini áheitan á bý- og bygdarráðini kring landið.
Fleiri tykkara hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar.
Tit hava møguleikan at finna loysnirnar sjálv, og tað er best fyri allar partar.
***
Harra formaður.
Nýskipanir snúgva seg eisini um at gera alt einfaldari.
Lat meg nevna tvey dømi:
Tá ið borgari hevur tørv á fysioterapi, skal óneyðug málsviðgerð ikki seinka hjálpini. Tí verður arbeitt við eini skipan, har borgarar fáa beinleiðis og skjótari atgongd til fysioterapi.
Tá ið borgari hevur tørv á kommunulækna, skulu talgildir møguleikar nýtast betur. Tí skal møguleiki vera fyri talgildari sjónbandaviðtalu, tá ið tað gevur meining.
Eisini skulu vit endurskoða lógarverkið, so øll óneyðug fyrisiting verður tikin burtur.
Aðalmálið er, at borgarar skulu fáa skjótari og greiðari svar, og almennar tænastur skulu skipast soleiðis, at tær tæna fólkinum.
***
Samstundis er neyðugt støðugt at brynja Føroyar til avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman.
Samgongan ætlar at føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og gera íløgur í framtíðina.
Tí skulu vit hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum styrkir almennu fíggjarstýringina.
Tí verður farið undir at hækka partafelagsskattin hjá fíggjarfyritøkum úr 18 prosentum upp í 22 prosent.
Og tí verður arbeitt við einari langtíðarløguætlan fyri komandi tíggju árini, har ásett verður, hvørjar íløgur eru neyðugar.
Málið er, at hetta verður gjørt í so breiðari politiskari semju sum møguligt.
***
Ein av stóru avbjóðingunum, harra formaður, er broytingin í fólkasamansetingini.
Vit gerast fleiri eldri, og tað fer at seta størri krøv til vælferðarskipanir.
Tí fara vit – saman við kommununum – at taka støðu til, hvussu eldraøkið skal fíggjast frameftir.
Endamálið er at tryggja góðar tænastur til eldri borgarar uttan at leggja óneyðugar byrðar á komandi ættarlið.
Stórar avgerðir eru sjáldan tær lættastu.
Men tær eru neyðugar, vilja vit lata eftirkomarunum eitt sterkt samfelag.
***
Harra formaður.
Í Hoydølum sóu vit, at nýtt kann vaksa fram, uttan at tað gamla hvørvur.
Tað er kanska júst tað, sum er okkara størsta uppgáva sum samfelag.
Hvørt ættarlið fær samfelagið til láns eina løtu.
Hvørt ættarlið má seta sína kós.
Tað, vit gera í dag, verður grundarlagið undir teimum avgerðum, sum komandi ættarlið skulu taka.
Tí skulu vit bæði varðveita tað, sum hevur tænt Føroyum væl, og hava dirvi at broyta tað, sum eigur at broytast.
Vit skulu geva ungum møguleika at seta búgv, stovna familju og finna sína egnu leið. Vit skulu virðismeta tey, sum hava gingið undan og bygt samfelagið.
Og vit skulu taka avgerðirnar í dag, sum gera Føroyar sterkari í morgin.
Tað er hesi kósini, samgongan fer eftir, og tað er mín vón, at alt løgtingið er við.
Eini kós, sum byggir á ábyrgd, samanhald og álit á, at Føroyar eru uppaftur sterkari, tá ið næsta ættarlið tekur við.
Góða ólavsøku. Gud signi Føroyar.











