Tað skrivar Politico sambært Ritzau.
Sambært miðlinum gremja fleiri ES-kommisserar seg um, at elbilarnir hjá ES-nevndini ikki megna longu túrarnar millum Bruxelles og Strasbourg uttan at steðga á vegnum at løða.
Talan er um ein tein upp á umleið 440 kilometrar, sum ES-politikarar javnan koyra í sambandi við fundarvirksemið hjá ES.
Bilarnir mugu sambært Politico steðga í Luxemburg at løða battaríini, og tað tekur vanliga millum 20 og 30 minuttir.
Keldur í trimum ymiskum ráðunum siga við Politico, at hetta setur tolsemið hjá fleiri ES-nevndarlimum upp á prøva.
ES-nevndin hevur annars sum mál at gera bilflotan hjá stovninum veðurlagsneutralan sum liður í grønu umleggingini.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, er tó undantikin frá kravinum um elbil av trygdarávum.










