Bjørt Lind, løgtingskvinna, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um tørvin á serpsykologum í barna- og ungdómspsykiatriini og vaksnamannapsykiatriini.
Sambært einum svari frá landsstýriskvinnuni bíða 292 børn og ung eftir útgreining. Bíðitíðin er umleið 24 mánaðir.
Samstundis bíða 811 vaksin eftir ADHD-útgreining, og har er bíðitíðin umleið 36 mánaðir.
Bjørt Lind spyr, um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at fleiri sálarfrøðingar fáa møguleika at taka útbúgving sum serpsykologar innan psykiatri og barna- og ungdómspsykiatri.
Hon vil eisini hava at vita, hvørji ítøkilig átøk verða sett í verk fyri tey, sum eru í gongd við ella ætla at útbúgva seg til serpsykolog.
Bert eitt serlæknastarv mannað
Sambært Sjúkrahúsverkinum er í løtuni bert eitt serlæknastarv mannað í barna- og ungdómspsykiatriini. Talan er enntá bara um eitt starv á 0,8.
Bjørt Lind heldur, at hetta vísir, hvussu stórur tørvurin er á at byggja upp fleiri fakligar førleikar í Føroyum.
Fyrsti føroyski kandidaturin til serpsykolog hevur nú lokið introduktiónsstarvið í barna- og ungdómspsykiatriini. Tað er sambært løgtingskvinnuni eitt týðandi stig á leiðini at byggja upp størri serfrøði á økinum.
Útbúgvingin til serpsykolog er ein fýra ára víðari útbúgving fyri sálarfrøðingar, sum vilja sergreina seg innan antin psykiatri ella barna- og ungdómspsykiatri.
Spyr um pengar úr serligari pulju
Bjørt Lind spyr eisini, um tað ber til at fíggja útbúgvingarstørv til serpsykologar úr serstøku serlæknapuljuni.
Hon vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvønn leiklut serpsykologar kunnu hava í arbeiðinum at stytta bíðitíðirnar til útgreining og viðgerð.
At enda spyr hon, um landsstýriskvinnan ætlar at seta ítøkilig átøk í verk fyri at stytta bíðitíðirnar í psykiatriini.
Trot á serlæknum hevur í nógv ár verið ein avbjóðing. Sambært Bjørt Lind er tí neyðugt at hugsa nýtt um, hvussu uppgávurnar í psykiatriini kunnu verða loystar.
Danmark hevur havt útbúgvingina til serpsykolog síðan 2010.










