Iran hevur lagt fram eina tíggjupunktsætlan fyri at enda kríggið millum USA og Iran.
Í einum uppslagi á Truth Social kallar amerikanski forsetin, Donald Trump, tíggjupunktsætlanina fyri eitt gagnligt grundarlag undir samráðingunum.
Trump skrivar, at semja er fingin um næstan øll stríðspunktini, og at eitt tíðarskeið uppá tvær vikur ger, at avtalan kann endaliga gerast og seta í verk.
Forsætisráðharrin í Pakistan, Shehbaz Sharif, hevur stuðlað sum meklari í ósemjuni. Sharif hevur kallað partarnar til samráðingar í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, fríggjadagin.
Sambært BBC hevur iranska almenna sjónvarpið almannakunngjørt ætlanina hjá Iran, sum inniheldur fylgjandi tíggju punkt.
- Fullkomin steðgur á krígnum í Irak, Libanon og Jemen.
- Fullkomin og varandi steðgur á krígnum móti Iran.
- At enda allar ósemjur í økinum.
- At lata Hormuzsundið upp aftur.
- At seta á stovn protokoll og treytir fyri at tryggja fría og trygga sigling í Hormuzsundinum.
- Fult endurgjald til Iran fyri at dekka endurbyggingarútreiðslurnar.
- Full raðfesting av at avtaka revsitiltøkini móti Iran.
- Lesgeva iranskan pening og frystar ognir, sum USA umsitur.
- Iran bindur seg til ikki at ogna sær kjarnorkuvápn.
- Vápnahvíld beinanvegin kemur í gildi á øllum frontum, so skjótt omanfyristandandi treytir eru samtyktar.
Kelda: Iranska statssjónvarpið sambært BBC.
/Ritzau/










