Dagfinn Olsen, Javnaðarflokkurin
Ræðuherferðin móti einum komandi Suðuroyartunli hevur í mongum førum riggað - ikki so løgið, tá fleiri almennir stovnar hava gingið á odda.
Men nýta vit okkara egna vit og skil, so er eyðsæð, at ein tunnil er ein sparing. Smyril, farleiðin í dag, við manning, olju, pakkhúsum, umvælingum og dokk og øðrum, kostar óivað 150-200 milliónir krónur árliga - eg havi spurt, men ikki fingið neyv tøl enn.
Her eru pengar at spara.
Tí vit skulu ikki gjalda ein tunnil í einum, skulu ikki leggja 4 ella 5 milliardir á borðið, men gera sum vit hava gjørt við øllum hinum stóru tunlunum, nevniliga gjalda hann yvir ávíst áramál.
Og vert er at hava í huga, at Smyril nú skjótt verður 25 ár, og tí skal í dokk hvørt ár - hetta kostar pengar!! Og at byggja nýtt skip 25. ella 30. hvørt ár kostar minst líka nógv, sum ein tunnil, tá ár eru umliðin.
Tí er tað umráðandi, at vit sum samfelag duga at hugsa eitt sindur fram í tíðina, og ikki ræðast at gera eina verkætlan, sum á longu leiðini er ein sparing – onkur vildi sagt íløga, heldur enn útreiðsla.
Hinvegin er siglandi farleiðin ein útreiðsla, tí har sæst onki eftir, tá kjalarvørrurin hevur lagt seg og er burtur.
Javnaðarflokkurin hevur gingið á odda fyri at finna útav, hvat tunnilsverkætlanin til Suðuroyar kemur at kosta - og er tað fíggjarliga møguligt, so eigur at farast undir hesa verkætlan sum skjótast. Sjálvsagt!
Annars er Suðuroynni ikki lív lagað - ein av størru oyggjunum í Føroyum, ið enn er full av lívi og mentan, men sum neyvan yvirlivir, um hon ikki fær somu møguleikar, sum onnur øki í landinum, nevniliga fast samband.
Útisiglarar nýta nógvar dagar árliga á gistingarhúsi í Havn, tí flogferðsa og farleiðin til Suðuroyar ikki passar saman.
Vit hoyra innan ítrótt um mongu landsliðsíðkararnar úr Suðuroynni, sum nýta 2 ella 3 dagar til hvørja venjing, har hinir leikararnir nýta 3 tímar, innan teir koyra til hús.
Eg havi sjálvur hav tein flokk, sum í 3 ár hevur fyrireikað seg til at luttaka á árligu kvæðastevnuni, har skúlar hittast, men vegna veður og vind og avlýsingar, so eydnaðist ikki hesum flokki úr Suðuroynni at fáa lut í hesum.
Hesar søgur siga eitt sindur, men kanska ein brotpart, um tær umstøður, sum ein partur av landsins borgarum hevur í Føroyum í dag.
Og tá hava vit til dømis slett ikki nevnt, tá borgarar í Suðuroynni, ofta eldri, hava læknaørindi í Havn, og fara frá húsum klokkan 5 ella 6 á morgni, fyri at møta til eina viðtalu, ið ofta tekur 10-15 minuttir, og tá er ofta long tíð, til næsti túrur hjá Smyrli er. Tí hann siglir ikki so nógvar túrar um dagin, sum fleiri kanska halda.
Tunnil til Suðuroyar, eins og vit hava klárað at gjørt tunlar til Vágarnar, Norðoyggjar, Eysturoynna og Sandoynna. Fast samband til Suðuroyar. Alt annað er høpisleyst.










