Tórshavnar Kommuna hevur luttikið í Earth Hour síðan 2009, og eru tað fleiri og fleiri sum luttaka á hvørjum ári. Tí skulu borgarar ikki gerast kløkkir, um alt gerst myrkt handan tíman leygarkvøldið.
Øll kunnu luttaka
Earth Hour eggjar eisini fyritøkum, stovnum og húskjum at luttaka í jarðartímanum við at sløkkja ljósið hendan eina tíman. Til ber at nýta tíman at ganga sær ein túr í myrkrinum, sita heima í kertuljósi saman við familjuni ella okkurt heilt triðja, har dentur verður lagdur á náttúruna og umhvørvi sum heild. Earth Hour snýr seg ikki bert um at sløkkja ljósið ein tíma, men at vit á hendan hátt seta sjóneykuna á umhvørvisbroytingar, og hvat vit kunnu gera fyri náttúruna.
Earth Hour tiltak
Hetta kvøldið skipar Tórshavnar kommuna fyri hugnaligum Earth Hour-tiltaki í havanum handan Sjónleikarhúsið kl. 20.30 – 21.30.
Kristianna Winter Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu, setur Earth Hour 2026. Síðan fer Sjúrður Hammer, náttúru-og umhvørvisgranskari, at hugleiða um hvussu ljós og ljósdálking ávirkar djór og menniskju. Anna Lovisa, sum vit kenna frá sendingini Hoydalar, fer at syngja nøkur løg. Víkingarnir standa so til reiðar at bjóða okkum pannukøkur og heita hyllublómusaft, og fara at greiða frá stjørnunum og at seta gátur.
Vælkomin at taka egnan kopp við til hyllublómusaftina!
Tiltakið er ókeypis.
Vit vóna, at fólk sum búgva í økinum, sløkkja ljósini heima, meðan tiltakið er, so vit fáa eina hugnaliga løtu í myrkrinum uttan ljósdálking.
Um Earth Hour:
Earth Hour byrjaði í Sydney, Avstralia, í 2007. Síðan tá er átakið vaksið hvørt ár, og í dag hava milliónir av fólki í meira enn 190 londum og økjum tikið lut. Tað hevur íblást einstaklingar og stovnar um allan heim til at taka umhvørvisvinarligar avgerðir og tikið týðandi stig mótvegis broytingum í lógum og politikki.
Tað lættasta, sum øll kunnu gera fyri at vera við í Earth Hour, er at sløkkja ljósini, meðan Earth Hour er. Men sjálvt átakið er so nógv meira enn tað. Málið er at fáa fólk at taka avgerðir, ið vara longur enn bert ein tíma. Endamálið er altíð at gera meira – so kann tað at sløkkja ljósið vera fyrsta stigið á tíni ferð.
Í dag arbeiðir Earth Hour fyri at seta í gongd eitt altjóða prát um at verja náttúruna – ikki bara tí tað er okkara sterkasta verja ímóti veðurlagsbroytingum, men eisini tí tað hevur avgerandi týdning fyri okkara heilsu, trivnað, vøkstur og framtíð.
Fá meiri kunning og íblástur her: Earthhour.org










