Ísrael lýsir iranska fregnartænasturáðharrin dripnan

Dagin eftir morðið á ovasta trygdarleiðaranum í Iran, eru fráboðanir um enn eitt morð á einum høvum iranskum persóni.

Sambært verjumálaráðharranum í Ísrael hevur herurin í landinum dripið iranska fregnartænasturáðharran, Esmail Khatib, í einum álopi mikukvøldið.

 

Tað sigur Israel Katz, verjumálaráðharri, sambært Reuters.

 

Iran hevur enn ikki viðmerkt ella váttað ísraelsku frágreiðingina.

 

Frágreiðingin frá verjumálaráðharranum kemur dagin eftir, at ovasti trygdarleiðarin í Iran, Ali Larijani, eisini varð dripin í einum ísraelskum álopi.

 

/Ritzau/