Faxe Kondi kvinnur: VÍF vann við 21 málum í Runavík

Tjaldur mátti leggja rygg til stórtap

Mynd: VÍF/Handballstatz.fo

1. deildarliðið, Tjaldur kappast við fýra SMS-deildarlið í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum. Tað hevur gingið á eini leið í tveimum teimum fyrstu dystunum við heiðurligum tapum fyri Stjørnuni og EB. HÍ dag mátti Tjaldur tó á heimavølli í Runavík leggja rygg til stórtap, 15-36 móti VÍF. Vestmannakvinnur vóru á odda 18-6 í steðginum.

 

Sólfríð Gøthe var við fýra málum toppskjútti hjá Tjaldur. Rakul Borgarlíð Joensen (myndin) var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF.

 

Klokkan 18 í kvøld spæla EB og H71 í sama bólki dyst í høllini við Streymin.

 

VÍF er fremst í bólkinum við seks stigum fyri tríggjar dystir. H71 hevur fýra stig fyri tveir dystir. EB hevur tvey stig fyri tveir dystir, og Stjørnan hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Tjaldur er aftast við ongum stig aftaná tríggjar dystir.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Tjaldur og VÍF:

 

##med2##

 

Mynd: VÍF/Handballstatz.fo