Tveir dystir eru leiktir í kvøld í innleiðandi bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Í bólki 2 tók VÍF móti H71 í høllini í Vestmanna. Dysturin endaði við 37-33 sigri til H71, ið var á odda 18-17 í steðginum.
H71 og Neistin hava tvey stig hvør, meðan VÍF og Team Klaksvík einki stig hava.
Filip Jojic var við 12 málum toppskjútti hjá VÍF. Helgi Hildarson Hoydal var við sjey málum toppskjútti hjá H71.
Í høllini á Hálsi í Havn var felagsuppgerð millum Kyndil 2 og Kyndil. Kyndil vann dystin 33-24. Í steðginum var Kyndil á odda 17-11.
Pætur Elisson Thorkildshøj var við fimm málum toppskjútti hjá Kyndil 2. Toppskjútti hjá Kyndli var Gabriel Nolsø Petersen við sjey málum.
Í annaðkvøld klokkan 20 hittast hini bæði liðini í bólkinum, StÍF og KÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum, ið eru leiktir í kvøld.
##med2##
##med3##