Leita eftir dement­um manni á Strond­um

Løgregla og sløkkilið hava í alla nátt leitað eftir einum 72 ára gomlum dementum manni, sum er horvin av eldraheiminum Sjóvarlon á Strondum

Løgreglan eftirlýsir ein 72 ára gamlan mann á Strondum. Talan er um ein dementan mann, sum er farin av eldraheiminum Sjóvarlon í gjárkvøldið klokkan 23:45.

Løgregla og sløkkilið hava leitað eftir manninum í alla nátt, men tey hava enn ikki funnið hann.

Hann er umleið 175 cm høgur, hevur ljóst grátt hár, er í reyðari bundnari troyggju, bláum cowboybuksum og í myrkum kondiskóm. Hann er seinast sæddur ganga suðureftir Dávagerði á Strondum.

Løgreglan vil sera fegin vita frá fólki, sum kanska hava sæð hann. Tey verða biðin um at boða løgregluni frá á telefon 251448 ella 114.