Umleið 300 fólk búgva í Kangaamiut, og bygdin liggur einar 50 kilometrar norðan fyri Maniitsoq. Myndina eigur Guide to Greenland

Grønlands Politi kannar møguligt drápsmál

Løgreglan sigur, at málið verður kannað sum illgrunasamt deyðsfall, og løgreglan er í Kangaamiut

Umleið 300 fólk búgva í Kangaamiut, og bygdin liggur einar 50 kilometrar norðan fyri Maniitsoq. Myndina eigur Guide to Greenland

Gjáramorgunin fekk Grønlands Politi eina fráboðan um møguligt dráp í grønlendsku bygdini, Kangaamiut, norðan fyri Maniitsoq.

 

Í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, sigur løgreglan, at talan er um ein 49 ára gamlan mann, sum varð funnin lívleysur á einari adressu í bygdini.

 

Løgreglan sigur, at málið verður kannað sum illgrunasamt deyðsfall, og løgreglan er í Kangaamiut og kannar málið.

 

Grønlands Politi heitir á fólk í økinum, sum kunnu hava hoyrt ella sæð okkurt, sum kann hava samband við málið, um at venda sær til løgregluna, sum er í bygdini.

 

- Við atliti til kanningararbeiðið kunnu vit ikki siga meira um málið í løtuni, leggur løgreglan aftrat.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at 293 fólk búðu í Kangaamiut í 2020, og bygdin liggur umleið 50 kilometrar norðan fyri Maniitsoq.

 

##med2##

 

 

 

Umleið 300 fólk búgva í Kangaamiut, og bygdin liggur einar 50 kilometrar norðan fyri Maniitsoq. Myndina eigur Guide to Greenland