Ein dystur er seinnapartin leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Í KÍ-høllini vann Stjørnan greiðan 29-19 sigur á 1. deildarliðnum, Tjaldur. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 18-9. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var Stjørnan á odda 26-12. Seinasta korterið fekk Tjaldur bøtt um úrslitið.
Iuliia Nalivko og Jancy Jógvansdóttir Poulsen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Stjørnuni. Dinna Feilberg Lamhauge var stórskjútti hjá Tjaldur. Hon skoraði heili 10 mál, also meir enn helvtina av málunum hjá Tjaldur.
VÍF og H71 eru fremst í bólkinum við fýra stigum fyri tveir dystir. Stjørnan hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Tjaldur og EB eru aftast við ongum stigi. Komandi leygarkvøld klokkan 18 hittast EB og Tjaldur í høllini á Eiði.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum Stjørnan-Tjaldur 29-19 (18-9):
##med2##












