Ferðavinna er týðandi partur á Kirkjubøgarði

Tað eru longu fleiri ár síðan, at neytini fóru av garðinum, men garðurin eigur eitt áseyðatal, sum liggur væl omanfyri 300. – Valið stóð millum neytini og ferðavinnuna, nú fjósið stóð fyri stórum íløgum, um vit skuldu hildið fram við mjólkini, sigur Jóannes Patursson, bóndi

 

 

 

 

Vit hava vitjað á Kirkjubøgarði hjá 55 ára gamla, Jóannesi Paturssyni og familju hansara. Konan er Guðrið, og tey eiga fýra synir, harav tann yngsti júst er liðugur við 10. flokk.

Hetta er ein vitjan, sum er lættari søgd enn gjørd, tí her so ómetaliga nógv søga um garðin og umhvørvi, sum vit í hesi grein ongan møguleika hava at gera nakað við. 

Men, tá tú ert forvitin og ikki hevur vitjað á garðinum áður, lurtar tú, og tað er so mangt, sum tú tekur til tín og hevur hug at festa á blað. 

Tí onkusvegna er Kirkjubøgarður ein partur av einari størri heild og sambindingarliði, sum gongur fleiri ættarlið aftur í tíðina. 

Skrivar tú søgu, er skjótt at fara skeivur, um søgan skal skrivast í eini handavend.  

 

Grevstur í grannalagnum

Tá vit koma til bygdar henda morgunin og standa inni í durinum á stóra garðinum í Kirkjubø, hava vit gloymt at ringt og sagt, at vit nú eru í bygdini. Hetta var ein avtala, tí bóndin segði seg stákast við eitt hvørt í grannalagnum.

- So, vit skuldu bara ringja, tá vit vóru her, segði hann. 

Hinvegin væntaði Jóannes Patursson okkum, tí vit høvdu skift orð við hann, stutt áðrenn vit koyrdu úr Havn, og nú vit stóðu í durinum, ringdu vit til hansara.

- Eg siti í einari gravmaskinu her í grannalagnum, og eg komi beinanvegin, sigur hann. 

Tað gongur bara ein lítil løta, so stendur hann í durinum.

Jóannes bjóðar innar, og hann er bæði blíður og fyrikomandi. Hann bjóðar gott kaffi og keks, og vit seta okkum at práta á elligamla og hugnaliga garðinum. Hann veit um alt, sum er vert at vita um garðin og bygdina, bæði í søgu og søgn, og tíðin rennur skjótt, meðan vit sita og práta. 

Tá kaffikoppurin er við at gerast tómur og sjatturin, sum eftir er í koppinum, er kólnaður, tekur hann koppin, stoytir gamla kaffi úr og fyllir nýtt og heitari í aftur.

Ein bóndi, sum hevur stóran garð og kríatúr at passa og stundum hevur nógvar gestir á gátt, samstundis sum hann nú eisini fæst við nýbygging, hevur nógv at síggja til. 

Nú er tað ikki so vanligt at síggja grevstur og bygging í Kirkjubø, so vit forvitnaðust fyrst eftir at vita, hvat tað er, sum hann er í holt við. Hann er ikki so orðríkur um verkætlanina, men heldur fyri, at vóru vit komnir á gátt eitt sindur seinni í summar, høvdu vit helst fingið meira at vita.  

Bóndin sigur tó, at hann er í ferð við at byggja eitt lítið hús her í umhvørvinum, og tankin er, at húsið kann verða ein móttøka - ella eitt portur - hjá ferðafólki til gamla bóndagarðin.

- Alt er ikki lagt í fastar rammur enn, men vit hugsa um onkra tænastu til mongu ferðafólkini, sum koma til bygdar, og vit hugsa eisini, at hesi kanska kundu lagt eitt oyra eftir seg fyri at sleppa ganga her í umhvørvinum, sum er partur av garðinum, leggur hann aftrat.

Kring bóndagarðin gongur so nógv fólk í summarhálvuni, at tú sum familja næstan ikki fært tendrað tær grilluna og kanst hava eitt privatlív uttandura eina løtu.

 

Øll eru vælkomin

Jóannes Patursson sigur, at sjálvsagt eru øll hjartaliga vælkomin til Kirkjubøar, og fólk kunnu altíð parkera bilin á almenna parkeringsplássinum niðast í bygdini. Hinvegin er tað eingin loyna, at so skjótt, sum fólk fara at ganga runt í umhvørvinum her niðri í bygdini og aðrastaðni, merkir tað slit, sum við tíðini eisini kostar pengar. 

- Vit ætla slett ikki at knokkroyta nakran, sum kemur higar og hevur hug at ganga her í umhvørvinum kring garðin, sigur hann.

Hinvegin upplivir Jóannes Patursson javnan, at bussar koma til Kirkjubøar við nógvum ferðafólki, sum halda seg hava goldið fyri eitt nú at síggja gamla bóndagarðin, múrin og kirkjuna, men tá fleiri av hesum fara avstað aftur, hava tey ikki lagt eina einastu krónu eftir sær í bygdini, sigur hann.

Hann heldur, at her kundi verið funnin ein leistur, so ferðafólk, sum koma inn í søguliga umhvørvið í bygdini, løgdu eitt oyra eftir sær, sum eftir einum býtislykli kundi farið til ymiskt viðlíkahald og møguligar íløgur – eisini í kirkjuni.

- Vit hava nógvar bíleggingar á garðinum millum ár og dag, men tað kann vera eitt sindur trupult at taka sær av teimum vanligu vitjandi og vera um einstøku ferðafólkini í Kirkjubø, tá okkum vantar eitt móttøkustað, har hesi kunnu savnast og kanska kunnu keypa sær okkurt.

Jóannes Patursson sigur, at tíðin fer at vísa, hvussu tey fara at skipa seg við tí, sum nú verður bygt, og sum tey ætla skal gerast ein partur av konseptinum hjá bóndagarðinum. 

Tað eru longu fleiri ár síðan, at Kirkjubøgarður gavst við mjólkini, men á garðinum er framvegis seyðahald við stívliga 300 áseyðum, umframt at tey hava nøkur fjallaneyt og onnur kríatúr, sum skulu røktast og ambætast.

Hetta fara vit at venda aftur til í greinini.

 

Mjólk ella ferðavinna

Hagin, sum hoyrir til Kirkjubøgarð, verður róptur Kirkjubøhagi fyri Heiman, og haraftrat eigur garðurin sín part av Trøllhøvda, sum eisini ber nakrar ær og nøkur lomb. Í løtuni ganga 34 ær í Trøllhøvda við lombum, og allar ærnar har úti yvirlivdu veturin, sum seyðurin í Høvdanum vanliga eisini ger.  

Tað er sjáldan, at Kirkjubøgarður missir seyð í haganum. Seyðurin er sum heild væl fyri, og hagin liggur til góðan sólargang, sum ger, at grasið grønkast skjótt, tá lýggja kemur í luftina um várið.   

- Seyðurin gongur úti alt árið, og vit fóðra í lembingartíð og eftir lembing. Vit sleppa stívliga 300 ær út um heystið, og fyri tað mesta síggja vit allar aftur um várið, og tað skal sigast, at vit hava ógvuliga góð fjallfólk aftrat okkum. 

Hann sigur, at brundsseyðurin vanliga verður sleptur út um 30. november, og hann heldur, at tað riggar væl, at lembingin byrjar umleið 25. apríl og so gongur inn í mai. 

- Tá kann tað framvegis vera kalt, men eg haldi ikki, at kuldin ger nógv við smálombini. Vit hava ofta fleiri tvílembur í haganum, og hjá teimum kemur fóðringin væl við, tí ær við tveimum lombum krevur at hava tað gott fyri at mjólka væl. 

Hinvegin heldur bóndin ikki, at ær við einum lambi vanliga hevur nakra neyð, men allur seyðurin fær, tá givið verður í haganum, og hetta ger eisini, at stórur partur av seyðinum er rættiliga spakur.

 

Poul fór við neytunum 

Jóannes Patursson, sum tók sína landbúnaðarútbúgving í Noregi, festi garðin eftir pápan, og hann skrivaði undir festibrævið hin 14. september í 1999. 

- Vit merktu væl longu tá, at pápi, sum var føddur í 1943, hevði tað ikki so gott; hóast hann ikki var nakar gamal maður, var hann vorðin sjúkur og doyði longu í 2004 – ella umleið fimm ár eftir, at sonurin festi.

Ferðavinnan í Kirkjubø hevur røtur langt aftur í tíðina hjá foreldrunum hjá Jóannesi, og tað vóru tey, sum slóðaðu fyri.

Á Kirkjubøgarði høvdu tey eina mjólkarkvotu á 140 tons um árið. Neytini á garðinum endaðu í felagsfjósinum í Havnardali, sum Poul Müller og tríggir aðrir bøndur lótu byggja í 2008. 

- Fjósið hjá okkum stendur her framvegis, og hóast tað var dagført nakrar ferðir, soleiðis at arbeiðsgongdirnar gjørdust lættari, hevði verið neyðugt við íløgum fyri milliónir, um mjólkarframleiðslan á graðinum skuldi hildið fram. 

Jóannes sigur, at her hevði verið neyðugt við bæði nýggjum køstum og nýggjum brunnum, umframt øðrum dagføringum.

- Vit kunnu siga, at hjá okkum stóð valið millum neytini og ferðavinnuna. Skuldu vit gera meira burtur úr ferðavinnuni, høvdu stundir ikki verið til neytini, og tað hevði ikki loyst seg at havt fólk til alt, sigur hann.

Bóndin ásannar, at hevði Kirkjubøgarður ikki ferðavinnuna, hevði hann sjálvur verið noyddur at havt annað arbeiði, tí eingin familja kann liva av 300 seyðum og teirri ábyrgd, sum hvílir á teirra herðum við Kirkjubøgarðinum.

- So at siga alt kjøtið, sum vit fáa burtur úr seyðinum, verður brúkt her á garðinum, og tí verður lítið og einki selt aðrastaðni. Hóast seyðahald krevur nógv, krevur neytahald nógv meira, og neytahaldið, soleiðis sum vit róku tað her, er eisini nógv meira bundisligt.  

Øðrvísi hevði verið, heldur hann, um neytahaldið varð rikið úr einum nýggjum fjósi við teimum hentleikum, sum eru í dag, og har pláss eisini var fyri kálvum og ungneytum. 

- Hóast eingi mjólkneyt hava verið á garðinum nú í fleiri ár, verður allur bøurin kortini sligin sum áður og stráfóðrið fer til beiggjan, Siggert Patursson, bónda á Vatnaskørum, sum eisini taðar bø og haga her hjá okkum, sigur Jóannes Patursson. 

 

Aftur til ferðavinnuna  

Á Kirkjubøgarði hevur mangur millum ár og dag sitið væl, bæði høgur sum lágur, og eitt nú hevur garðurin fleiri ferðir tikið ímóti hátíðarligum gestum eftir áheitan frá myndugleikunum, sum ynsktu, at gestirnir fingu høvi at vitja á garðinum til ein døgurða ella máltíð.

Tað kom tí eitt sindur dátt við – ikki minst hjá bóndahjúnunum – at garðurin í 2009 misti sítt matstovuloyvi, sum tey tá høvdu havt í fleiri ár. 

Brosandi sigur Jóannes Patursson tó, at stutt eftir, at tey høvdu mist matstovuloyvið, vóru boð úr Tinganesi um at borðreiða fyri prinsinum av Monakko!

Og soleiðis kann tað eisini ganga í politisku og umsitingarligu skipanini í Føroyum, kunnu vit siga.

- Vit høvdu eitt vanligt matstovuloyvi á garðinum, og hetta hevði við sær, at garðurin av og á hevði eftirlitsvitjan, har alt varð gjøgnumgingið – eisini tær mannagongdir, ið vit høvdu til matgerð og borðreiðing. 

Men, tá bóndahjúnini hildu, at eftirlitsvitjanin var yvirstaðin og at tey fóru at varðveita sína góðkenning, fingu tey at vita, at tey høvdu mist matstovuloyvið. 

Hetta kendist teimum nokso snópisligt.

Tey fingu at vita, at við tað, at tey búðu í húsunum, kundu tey ikki gera mat til sølu, og at allur matur, sum tey borðreiddu við og seldu, mátti koma uttanífrá.

 

Bjóða heimablídni

Tað gekk út við eitt ár til ein skipan, sum kallaðist heimablídni, kom. 

- Vit hildu, at hetta átti akkurát at vera nakað fyri okkum, tí vit høvdu jú havt matstovuloyvi, og tí kundi tað neyvan vera ein trupulleiki við heimablídni.

Men, aftur her fingu hjúnini at vita, at hetta kundu tey av ymiskum orsøkum heldur ikki.

- Eftir eitt lutfalsliga langt stríð vunnu vit eina kæru, og tí virka vit á garðinum undir skipanini við heimablídni, sigur Jóannes.

Hann vísir á, at sjálvandi fingu fólk, sum ótu á garðinum, meðan garðurin enn hevði matstovuloyvi, upplýst, at tey í fyrsta lagi borðreiddu við rávørum av garðinum. Fólk høvdu eisini møguleikan at fara út í køkin at síggja matgerðina, eins og tey fingu eina so góða frágreiðing um matin sum gjørligt. 

- So leingi, sum tað snýr seg um matvørutrygd, verður sjálvsagt roynt at gera sítt allar besta – antin matstovuloyvi er ella ei. Tú fert ikki at seta nakað á borðið, sum tú ert í iva um. Gjørdi tú tað, høvdu fólk ikki komið aftur, og tá hevði virksemið dripið seg sjálv, leggur hann aftrat.

Bóndin ásannar, at ferðavinna er ein stórur partur av virkseminum hjá Kirkjubøgarði, og tað eru í fyrsta lagi Guðrið og hann, sum standa fyri hesum. 

Er talan um størri uppgávur ella tiltøk, hava tey góð og dugnalig fólk at heita á, sum eru til reiðar at rætta eina hond, eins og børnini eisini hjálpa til við borðum og øðrum.

Sama er, tá fjøllini skulu gangast, og skurðurin verður tikin um heystarnar, tí her hevur bóndin í Kirkjubø, sum áður nevnd, sera góð og dugnalig fjallfólk.

 

Fólk eru væl nøgd 

- Eg haldi, at fólk, sum koma til Kirkjubøar at vitja garðin, hava verið væl nøgd. Vit fáa bara góðar afturmeldingar, og vit hava ongantíð fingið nakra klagu um nakað sum helst. Tað eru vit ógvuliga fegin um og takksom fyri, sigur Jóannes Patursson.

Kirkjubøgarður er ein livandi garður, sum fólk liva og virka á, og familjan býr í gomlu bóndahúsunum, sum Roykstovan er ein partur av.

- Roykstovan verður akkurát líka nógv brúkt í okkara privatu viðurskiftum – antin tað eru merkisdagar, barnadópar ella onnur tiltøk hjá okkum – sum restin av húsinum, sigur bóndin.    

Men, í hvussu er alla summarhálvuna stendur roykstovan eisini opin fyri vitjandi. 

- Tá boð eru eftir okkum um at hava eitt tiltak – ja, so verður sett upp í roykstovuni, og fólk sleppa so sjálvandi eisini innari í hinar stovurnar, sum eru á garðinum. Hinar stovurnar standa vanliga ikki opnar, men alt eftir, hvussu stórur bólkurin er, sum vitjar, fara gestirnir meira ella minni um alt húsið.

Bóndin vísir á, at húsini sjálvsagt eru friðað. 

- Vit sígga tað sum okkara aðalmál at halda húsini og umhvørvi í so góðum standi, sum tað nú einaferð er fíggjarliga forsvarligt. Tað koma nógv túsund fólk til Kirkjubøar um árið, og ein partur kemur á gátt og til borðhald á garðinum.

Men, er tað ein góð forrætning at reka Kirkjubøgarð?

- Tað velst alt um, hvør tørvurin er á umvælingum og øðrum. Tað er rættiliga kostnaðarmikið at reka garðin við tí, sum hoyrir garðinum til. Eg vildi sagt, at um tú hevur eitt persónligt ynski um at gerast ríkur – so eigur tú at finna tær eitt annað arbeiði enn tað, sum vit fáast við. Tað vísir seg, at næstan líka mikið, hvat vit klára at fáa inn, so endar næstan alt aftur í húsunum og bygningunum her, tí her kostar hvør dagur nógv, sigur hann.

 

Eitt kag í søguna 

Um húsini, sum Jóannes Patursson og familjan búgva í, verður hildið, at tey hugsandi eru komin úr Noregi – og søgnin sigur úr Sogn í Noregi. 

- Roykstovan er ein stokkastova, sum neyvan er bygd í Føroyum. Tískil er hetta helst ein innfluttur bygningur, ein liðugur bygningur, ið kann vera eini 900-1000 ára gamal, og tá eru vit heilt afturi í tíðini, áðrenn bisparnir búseta seg her.  

Bóndin heldur tað vera hugsandi, at onkur hevur havt húsið við sær úr Noregi, eftir at Sigmundur Brestirsson kom aftur úr Noregi og kristnaði Føroyar. 

- Húsið kann tá hava verið sett upp úti í Hólmanum, og hetta er mítt ástøði, tá vit lesa søguna.

Hann leggur aftrat, at tá bispasætið byggir Múrin í umleið 1300, er stríð í Mannafellsdali, og søgnin sigur, at tá verður stórur partur av bispagarðinum oyðilagdur. 

- Hugsandi kann tí vera, at bispur tá hevur tikið roykstovuna niður úti í Hólmanum og hevur bygt hana oman á restirnar av bispagarðinum. Heldur enn at byggja uppaftur stóra grótbygningin, sum stóð, hava teir kanska bara keypt húsið úr Noregi, og tí er roykstovan helst nakað yngri enn elsti parturin á garðinum, heldur Jóannes Patursson í samrøðuni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##