Tað sigur hon sambært Kringvarp Føroya.
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Tórshavnar kommuna, hevur lagt uppskot fyri býráðið um at hækka ferðina, og tekniska nevndin hevur tikið undir við uppskotinum.
Lesið eisini: Býráðið skal taka støðu til hægri ferð á Havnarvegi
Men sambært Lovisu Petersen Glerfoss er vegurin bygdur til eina ferð upp á 60 kilometrar um tíman, og tí má vegurin broytast, um hámarksferðin skal hækkast.
Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, segði við útvarpið fríggjadagin, at um politiski viljin er til staðar, so verður ferðin sett upp.











