Málið er annars longu nógv umrøtt, síðani tað í 2021 kom fram, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS) hevði meldað Bakkafrost og kravdi bót uppá 67 mió. kr.
Bráddliga ein dag kunngjørdi Kringvarpið, at Bakkafrost var meldað til fútan av HFS við kravi um risa bót. Bakkafrost visti tá einki um hesa fráboðan og enn minni, hvat ákæran snúi seg um.
Gjøgnum øll hesi árini hevur verið spurt eftir málinum. Fjølmiðlar hava eftirlýst málið og politiska skipanin hevur sett spurningar og spurt “nær bótin kemur?”.
Nú ákæruvaldið hevur slept málinum er aftur mikil umrøða: Advokatar, sum als ikki kenna nakað til málið, gera viðmerkingar, og fútin fær mangt omanyvir seg fyri at hava drálað v.m.
Felags fyri alla umrøðuna er, at ongin hevur fingið at vita,hvat hetta málið snýr seg um í veruleikanum.
Um hugt verður eftir hvat málið veruliga snýr seg um er skjótt at koma til niðurstøðuna, at sakin móti Bakkafrost ongantíð hevur verið nøkur sak.
Málið er úrslit av, at HFS leyp framav. Eitt starvsfólk hjá HFS mælti til at áseta eina bót uppá 67 mió. kr. Hvat grundarlagið er fyri so stórari bót, hevur Bakkafrost ongantíð fingið at vita.
Lat meg tí heilt stutt greiða frá, hvat hetta málið snýr seg sum.
Málið snýr seg um trý viðurskifti: 1) brot á lúsakunngerðina, 2) brot á djóravælferðarlógina og 3) brot á flutningskunngerðina.
Ad 1)
Sambært lúsakunngerðini skal lús regluliga teljast á alifiski á sjónum í Føroyum.
Hesar lúsateljingar verða ikki gjørdar av Bakkafrost, men avóheftum triðjaparti, nevniliga P/f Fiskaaling.
Lúsakunngerðin sigur, at laksur, sum svimur í ringunum á sjónum ikki má hava meira enn eina ella eina hálva kynsbúnað lús pr. laks á sær, alt eftir nær á árinum talan er um. Um teljingin vísir, at aliringurin er omanfyri hetta markvirði, verður alibrúkið avlúsað.
Skipanin er annars soleiðis, at um lúsatølini liggja omanfyri mørkvirðini í lúsakunngerðini fær alifyritøkan eitt sokallað “klipp”. Eru “klippini” ov nógv yvir eitt ávíst tíðarskeið, verður krav sett um, at fiskurin í viðkomandi alibrúki skal takast.
Tað var hetta sum hendi á alibrúkinum hjá Bakkafrost á Gøtuvík á heysti 2020, og tískil fekk felagið boð um at taka fiskin. Talan var um eina sera stóra nøgd av fiski, omanfyri9.000 tons, sum tað fór at taka nakað av tíð at taka.
Meðan tøkan fór fram, kravdi HFS framhaldandi, at lúsateljingar skuldu gerast á Gøtuvík, og hesar teljingar vóru eisini framdar. Talan var um sera truplar umstøður. Bakkafrost kom í eina tilbúgvingarstøðu. Alt gekk fyri seg mitt í korona, og í november og desember 2020 var sera ringt veður í økinum har takast skuldi, sum gjørdi tað ógjørligt í einstøkum førum at fremja tøku og lúsateljingar.
Undir upptøkuni av fiskinum uppstóð ósemja millum Bakkafrost og Heilsufrøðiligu Stravsstovuna/landsdjóralæknan um, hvussu lúsateljinginginskuldi fara fram. Teir aliringar, sum vóru settir av til tøku vóru ikki taldir – hetta var vanliga mannagongdin, sum bæði Bakkafrost og hini alifeløgini altíð fylgdu.
Undir kanningararbeiðinum hevur ákæruvaldið eisini fingið váttað, at mannagongdin, sum Bakkafrost brúkti, var tann vanliga mannagongdin sum føroysku alifeløgini høvd brúkt í áravís. HFS broytti í januar 2021 mannagongdina við nýggjum rundskrivi til alifeløgini, tá reglunar á hesum øki blivu herdar.
Annars skal upplýsast, at HFS eisini kravdi, at Bakkafrost skuldi skerja eftirfylgjandi útsetingar av smolti, orsakað av hesum viðurskiftum. Bakkafrost kærdi hesa avgerð til Føroya Kærustovn, sum í fleiri førum gav Bakkafrost viðhald – eisini í spurninginum um, hvørt lúsateljingin skuldi umfata aliringar, sum vóru settir av til tøku.
Støðan á Gøtuvík í november/desember 2020 var hættislig, og tað eydnaðist Bakkafrost at fáa tamarhald á støðuni. Allurfiskurin bleiv tikin eftir fáum vikum. Korona farsóttin hevði m.a. við sær, at tað var trupult hjá marknaðinum at taka í móti allari nøgdini, og tí søkti Bakkafrost um eina ávísa leingjan av tøkuni, og gav landsdjóralæknin eisini loyvi til hetta.
Málið um lúsateljingina á Gøtuvík hevur ongantíð kunnaðverið grundarlag undir einum revsimáli móti Bakkafrost. Felagið fylgdi øllum reglum, og tí havi eg ongantíð skilt, hvat HFS hugsaði fyri sær, tá hetta mál – sum HFS annars hevði tapt í Føroya Kærustovni – bleiv meldað til fútan.
Ad 2)
Um mánaðarskifti februar/mars 2020 var ódn kring landið og mangir stórir skaðar hendu. Bakkafrost hevði tá alifiskt í aliringum úti á Gulanum við Argjalandið. Nakað av fiski doyði av illveðrinum, meðan nakað av fiski fekk skaða.
Tað eru ásettar serligar mannagongdir um, hvussu slíkur fiskur skal handfarst. Ein regla sigur, at fiskurin ikki má viðgerast uttan so, at ein djóralækni hevur kannað fiskin og givið loyvi til, at fiskurin kann viðgerast.
Uttan nakrað fráboðan til Bakkafrost varð hetta mál meldað til fútan, tí HFS vildi vera við, at Bakkafrost hevði viðgjørt fiskin uttan at váttan fyrilá frá einum djóralækna. HFS vildi vera við, at hetta var brot á djóraverndarlógina.
Bakkafrost kundi hinvegin beinanvegin vísa á, at her hevðiHFS mistikið seg: Djóralækni hevði í hvørjum einstøkum føri kannað fiskin og eisini váttað, at viðgerðin kundi fara fram.
Við øðrum orðum: Heldur ikki í hesum føri var nakað grundarlag fyri nøkrum revsimáli móti Bakkafrost.
Ad 3)
Bakkafrost er eigari av omanfyri 90 skipum og bátum, sum eru partur av tí alivirksemi, sum Bakkafrost rekur.
Øll skip og bátar eru góðkendar flutningseindir; men tá siglast skal millum tveir alifirðir, skal skiparin søkja HFS um flutningsloyvi í hvørjum einstøkum føri. Mannagongdin er broytt í fleiri umførum, frá at tað einans var neyðugt at søkja generelt eina ferð um árið og síðani føra eina flutningsbók, til at tað bleiv krav at søkjast skuldi um loyvi til hvønn túr.
Málið um brotið á flutningskunngerðina snýr seg um, at ein alibátur hjá Bakkafrost skal hava siglt út á alibrúk í Suðuroyumleið 10 ferðir uttan at hava fingið formligt flutningsloyvirættstundis. Ósemja er um faktisku viðurskiftini í sambandivið hesa sigling. Báturin hevði annars neyðuga góðkenning,og ongin smitta var í økinum, og allar mannagongdir um vask og sóttreinsing vóru fylgdar. Ongin skaði er hendur.
Skipanin var trupul, eftirsum at flutningsloyvi einans vóru avgreidd nakrar tímar 2-3 dagar um vikuna – og tað tíðskil vóru støður uttanfyri hesi tíðarbil, sum viðførdu avbjóðingar. Skipanin á hesum øki er eisini seinni broytt, soleiðis at tað nú ber til at søkja talgilt og fáa loyvi beinanvegin, tá eingin sjúkuavmarking er á økinum.
Málið um brot á flutningskunngerðina er sent til rættarskipana.
Samlaða niðurstøðan er hendan:
Bakkafrost hevur ongantíð framt nøkur so álvarsom brot, sum kunna rættvísgera eina bót uppá 67 mio. kr. Tað hevur ongantíð verið nakað grundarlag fyri nakrari sak móti Bakkafrost við slíkum kravi. Tað var tí ein feilur, at málið á henda hátt bleiv meldað til fútan.
Christian Andreasen, advokatur











