Finska løgreglan hevur kannað eina hending, har undirsjóvarkaðlar fingu løstir, og illgruni var um farmaskipið, Fitburg.
Hald varð lagt á skipið, meðan løgreglan gjørdi kanningar í málinum.
- Nú eru kanningarnar komnar hartil, at neyðugt er ikki longur at hava skipið í varðhaldi, veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Lagt verður aftrat, at Fitburg kann loysa í dag.
Reuters sigur einki um, hvat úrslitið av kanningunum hjá løgregluni er - ella, um nakað úrslit yvirhøvur fyriliggur í málinum.











