Tað eru 25 ár síðan, at fyrsta altjóða sjóvinnuframsýningin - Atlantic Fair - var í Føroyum, og undirtøkan hevur verið stór frá byrjan, bæði hjá framsýnarum og vitjandi.
Tiltakið verður hildið annaðhvørt ár og framsýningin, sum verður í Klaksvík í døgunum, 19.-21. mai, verður hitt tólvta í røðini síðan 2001.
Í fleiri ár bar framsýningin navnið, North Atlantic Fish Fair, men síðan 2015 hevur hon verið marknaðarførd undir navninum, Atlantic Fair.
Áki í Skemmuni, stjóri, sigur, at orsøkin til navnabroytingina var, at framsýningin fevnir um nógv meira enn bara fiskivinnuna einsamalla.
- Men framvegis er fiskivinnan ryggurin ella krumptappurin í tiltakinum, sigur hann.
Ein týðandi partur, sum við árunum eisini gjørdist ein størri partur av framsýningini, var eitt nú frálandavinnan, sum einki beinleiðis tilknýti hevur til fiskivinnuna.
Stjórin, Áki í Skemmuni, er vælnøgdur við undirtøkuna, sum tiltakið hevur havt øll árini, bæði frá framsýnarum og vitjandi, eins og áhugin úr útheiminum eisini hevur verið veksandi.
- Jú, undirtøkan hevur verið góð frá byrjan. Hetta er ein altjóða framsýningin her heima hjá okkum, har sambond og møguleikar verða skapt, sigur stjórin.
Á Atlantic Fair í Klaksvík verða eisini fleiri viðkomandi og áhugaverdir fyrilestrar, sum í stóran mun snúgva seg um maritimu vinnuna.
- Her verður eisini røtt um onnur viðurskifti, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til eina sjóvinnuframsýning, sigur stjórin.
Áki í Skemmuni vísir á, at báðar ítróttarhallirnar í Klaksvík verða karmur um framsýningina, og soleiðis hevur tað eisini verið undanfarin ár. Framsýningargólvið er víðkað nakað í mun til seinast, og hetta gevur pláss fyri enn fleiri framsýnarum.
- Vit bjóða bæði framsýnarum og vitjandi hjartaliga vælkomnum til nakrar spennandi dagar í Klaksvík - við nýhugsan og møguleikum at hitta bæði aðrar framsýnarar og vitjandi, sigur stjórin í Atlantic Fair.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er serblað um Atlantic Fair, og her er eisini ein størri samrøða við primusmotorin aftanfyri tiltakið.











