Í minsta lagi fimm fólk eru deyð í herviligum eldi í Antwerpen í Belgia í morgun. Tað váttar løgreglan í landinum yvirfyri Reuters.
Umframt tey deyðu, hava fleiri fólk fingið roykskaðar, eftir at hava andað eitrandi royk í seg.
Í morgun heitti løgreglan eisini á íbúgvar nærindis um at hava hurðar og vindeygu aftur av vandi fyri roykeitran.
Tíðliga seinnaparin vistu sløkkiliðsfólk á staðnum at siga, at nú var eingin vandi longur fyri, at eldurin fór at spreiða seg.
Leitað verður framvegis eftir fólki, sum kunnu vera inni í íbúðarbygninginum.
Sambært belgisku løgregluni búðu fleiri enn 200 fólk í bygninginum, sum er tíggju hæddir høgur.
- Vit leita framvegis eftir fólki í bygninginum, og vit vita ikki, hvussu nógv fólk framvegis eru í bygninginum.
Tað sigur eitt talsfólk fyri sløkkiliðið á staðnum, Marie De Clercq, við belgiska miðilin, GVA.










