Ferðalagið er í dag farið við Atlantsflog til Barselona og haðani koyra tær til Andorra.
Luttakandi liðini í hesi SCA-kappingini eru Andorra, Írland, Skotland, San Marino, Malta og Liktinstein.
Føroysku kvinnurnar eru komnar í innleiðandi bólk við Andorra og Írlandi.
Fríggjadagin 26. juni leika Føroyar ongan dyst, hóast fýra aðrir dystir verða tann dagin.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri leygardagin 27. juni klokkan 11, føroyska tíð, ímóti Írlandi.
Leygardagin klokkan 17 verður leikt ímóti Andorra.
Sunnudagin verða hálfinalur, finalur og aðrir plaseringsdystir.
Føroyska liðið er helst ein av favorittunum at vinna kappingina, har endamálið er at vinna so nógvar dystir sum gjørligt fyri at savna týdningarmikil stig á heimsstyrkilistanum.
Høvuðsvenjarin, Marjan Nikolic, hevur úttikið hesar leikarar til kappingina: Janna Falkvard, Rebekka Osberg Højsted, Osla Johannesen, Ingibjørg S. Müller, Anja Danielsen, Henrikka Jacobsen, Eva Gunn Niclasen, Sirið Samson, Sesilia Prior, Maria Teresea Vitalis, Jakobina Joensen og Kristina Knudsen.
Hjálparvenjarar eru Mileta Vesovic og Ognjen Nikolic.










