B68 skrivar í kvøld, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við spælara, sum flytur úr TB og á Svangaskarð.
Talan er um Torkil Úlv Jespersen Holm, sum hevur skrivað undir uppá, at hann tvey tey næstu árini fer at spæla við B68.
Torkil fyllur 20 ár hósdagin í hesi vikuni. Hann er vongverji og miðvallari, og higartil hevur hann bara umboðað barndómsfelagið við Stórá í Trongisvági.
Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 22 landskappingardystir í bestu deildini, 25 landskappingardystir í næstbestu deildini og fimm dystir í steypakappingini.
Torkil hevur spælt fimm U-19 landsdystir, og í ár var hann fastur maður í U-21 landsliðshópinum.











