Tíðindaskriv frá Badmintonsamband Føroya:
Tað gjørdist ein nokk so drúgvur dagur í Badmintonhøllini og KÍ-høllini í gjár, tá ársins FM fyri ung bleiv avgreitt. Men eftir 164 dystir bleiv síðsti føroyameistarin funnin, tá Jósef Thomsen úr HBF vann ein tættan trý-settara í U13 finaluni ímóti Michael Gram Thomassen úr MBF.
Klaksvíkar Badmintonfelag spílaði seg út við heili 10 banum fordeilt á tær báðar hallirnar. Á tann hátt bar til at koma rættiliga langt fyrr upp á dagin, men Badmintonhøllin skuldi brúkast til annað virksemi eftir klokkan 15.
Serliga stuttligt var tað at síggja ágrýtnu U9 leikararnar stuttleika sær við at kappast dúgliga, har tey tó øll fingu heiðursmerkir aftaná.
Størsti spenningur var nokk í finaluni hjá ungu monnunum í U17, har Beinir Weihe (HBF) dróg longsta stráðið og vann spennandi trý-settara á Símun Sigvardsen (HBF).
Sjáldsamt var tað at síggja blaðunga Brandur Gullaksen úr KBF gera ein ordans vørr í bólkaspælinum hjá U13. Brandur byrjaði at venja badminton í august í fjør og longu nú gav hann hinum í bólkinum ein skarpan gang. Hørður Erlandson kláraði tó at vinna á Brandi í einum spennandi trý-settara í síðsta dystinum í bólkaspælinum.
#atlanticairways#kontrast#yonex
TrygdKlaksvíkar Badmintonfelag Kbf
FM U9, dreingir
1. Andreas Berg Johannesen, HBF
2. Arnar Akralíð, HBF
3. Fríði Bjarnason Poulsen, HBF, og Fróði Akselson, HBF
FM U9, gentur
1. Ása Arge Joensen, KBF
2. Elinborg Brandal, KBF
FM U11, dreingir
1. Kristoffur Arge Joensen, KBF
2. Samuel Joseph Latupeirissa, KBF
3. Jóhannes Brandal, KBF, og Lukas Finsson Ellingsgaard, HBF
FM U11, gentur
1. Sofía í Grótinum, HBF
2. Tóra Holm, HBF
3. Ester Guttesen, HBF, og Vióla Irena Dal Christansen, HBF
FM U13, dreingir
1. Jósef Thomsen, HBF
2. Michael Gram Thomassen, MBF
3. Hørður Erlandsson, HBF, og Benjamin Olsen, HBF
FM U13, gentur
1. Olivia Jónsdóttir Helmsdal, KBF
2. Tabita Schwartson Christiansen, HBF
3. Sanna av Reyni, HBF, og Gunhild Arge Joensen, KBF
FM U15, dreingir
1. Magnus Akselson, HBF
2. Nóa Lisberg, HBF
3. Hákun Thorkilshøj, HBF, og Boas Rasmussen, HBF
FM U15, gentur
1. Ida Thomsen, HBF
2. Anna Helena Guttesen, HBF
3. Angela Krosstein, HBF
FM U17, dreingir
1. Beinir Weihe, HBF
2. Símun Thorkilshøj Sigvardsen, HBF
3. Óðin Eldevig, HBF, og Tístram Hammer, HBF
FM U17, gentur
1. Tóra Erlandsdóttir, HBF
2. Brynja á Borg, HBF
3. Elisa H. Niclasen, HBF
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##





















