FMA: Joe & the Shitboys vunnu Ársins útflutningsheiður

Útflutningsvirðislønin verður latin einum ella fleiri persónum, sum hava veitt týðandi íkast til, at kunnleikin um føroyskan tónleik veksur úti í heimi – tað verið seg undir egnum listafólkanavni ella fyri onnur tónlistafólk.

 

Virðislønin er ikki tengd at ávísum tónleikabólki ella tónlistafólki sum so. Hon kann verða latin tónlistafólkum, men eisini stuðulsfólkum hjá tónlistafólkum ella felagsskapum, sum á ein ella annan hátt hava týdning fyri tónleikaútflutning. 

Ein dómsnevnd velur vinnaran, men almenningurin er vælkomin at lata inn uppskot um fólk ella felagsskapir, sum tey halda skulu vinna heiðurslønina. 

Tann, sum fær heiðurslønina, verður biðin um at vera partur av dómsnevndini árið eftir, sum velur næsta vinnaran – og kann eisini handa heiðurslønina árið eftir. 

Dómsnevndin í ár var mannað av Leivi Thomsen, Gunn Hernes, Elini Brimheim Heinesen, Glenn Larsen og Mikael Blak, umframt umboð fyri vinnaran í fjør: Felagnum Føroysk Tónaskøld, við Kristian Blak.