Løgtingsmaðurin og kongsbóndin í Vestmanna, Ólavur á Heygum, tók stig til at stovna Føroya fyrsta banka í 1903. Hetta árið legði hann uppskot fyri løgtingið um at velja eina nevnd at kanna møguleikarnar at stovna ein banka. Løgtingið útsetti málið í eitt ár, men í 1904 legði Ólavur á Heygum sama uppskot fram aftur, og tá varð tað samtykt. Ein nevnd við fimm limum fekk til uppgávu at kanna málið gjøllari, og Ólavur á Heygum gjørdist formaður í nevndini.
Løgtingsnevndin við Ólavi á Heygum metti ikki, at nóg mikið av peningi var í Føroyum til at stovna ein sjálvstøðugan, føroyskan banka, og 12. august í 1904 bað nevndin Den danske Landmandsbank stovna eina deild í Føroyum.
Landmandsbankin helt ikki, at tað var rætt at stovna eina deild í Føroyum, men vildi heldur stovna ein sjálvstøðugan banka.
Tann 2. februar í 1906 varð Føroya Banki stovnaður, og 1. mars í 1906 fór bankin til verka í Niels Finsensgøtu í Havn.
Landmandsbankin átti tá 95 prosent av partapeninginum og føroyskir partaeigarar hini fimm prosentini.
Føroya Banki legði hesa myndarøðina út á Facebook fyrr í dag:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















