Føroyar flúgvandi byrjan

Føroyar fingu júst ta byrjanina, ið teir høvdu vónað, í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Kýprós. Lagt var fyri við ruddiligum sigri móti Monako í fyrsta umfari í gjár

Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu allir í dag.

Tíðindaskriv:

 

Føroyar eru styrkismettar nummar eitt av teimum tíggju liðunum í kappingini. Monako er styrkismett nummar fýra. Monako hevur tveir stórmeistarar á liðnum, men bara annar telvaði í dag. Igor Efimov er gamal kenningur, men var ikki við í fyrsta umfari, tó at hann er við í kappingini. Nýggjur stórmeistari á 1. borði var í staðin Amir Bagheri, sum er irani, annar stórmeistarin úr Iran, men nú umboðar hann Monako.

 

Helgi telvaði remis móti Bagheri, men á hinum borðunum gjørdu allir okkara menn bart. Frálík byrjan.

 

Føroyar - Monako 3½ - ½

 

GM Helgi Dam Ziska 2543 - GM Amir Bagheri 2356 ½ - ½

 

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - Karl Johan Ribbegren 2121 1 - 0 

 

Luitjen Akselsson Apol 2318 - Aleksandr Berthaut 1985 1 - 0

 

Jón í Horni Nielsen 2104 - Patrice Verdier 1949

 

 

 

Úrslitini í 1. umfari:

 

Føroyar - Monako 3½ - ½

 

Kýprós - Luksemburg 2 - 2

 

San Marino - Andorra 0 - 4

 

Guernsey - Malta ½ - 3½

 

Jersey - Liktinstein 1½ - 2½

 

 

 

Lykladystir at byrja við

 

Tað er ikki yvir at dylja, at avgerandi dystirnir hjá Føroyum eru móti teimum liðum, sum eru styrkismett í hølunum á okkum. Tilvildin vil tað so, at lykladystirnir eru fyrst á skránni. Í dag var Monako mótstøðuliðið, í morgin Luksemburg og mánadagin Andorra.

 

Tey tíggju liðini í kappingini eru styrkismett í røðini niðanfyri. Miðalstyrkitalið er sett í klombrum. 

 

1. Føroyar (2339)

 

2. Luksemburg (2289)

 

3. Andorra (2267)

 

4. Monako (2198)

 

5. Kýprós (2167)

 

6. Malta (2095)

 

7. Liktinstein (2065)

 

8. Jersey (1938)

 

9. Guernsey (1883)

 

10. San Marino (1864)

 

Kappingarført føroyskt lið

 

Hóast Talvsamband Føroya hevur treytað sær, at tveir unglingar fáa innivist á føroyska landsliðnum í hesari kappingini, eru vit kortini styrkismettir at vinna. Orsøkin er tann, at vit hava tríggjar av bestu telvarunum í landinum við suðuri á Kýprós.

 

Rógvi Egilstoft, ið stóð seg so væl í EM-stevnuni í Georgia herfyri, hevði uttan iva styrkt landsliðið, men nú sleppa evnagóðu unglingarnir Jón í Horni Nielsen og Elias Petersen av álvara at royna seg. 

 

Tað kemur sjálvsagt væl við, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við aftur á landsliðnum. Hann og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen muna rímiligt væl á fremru borðunum. Og hóast Luitjen Akselsson Apol framvegis er unglingi - 19 ára gamal - verður hann roknaður upp í okkara allarbestu.

 

Hesir fimm eru á føroyska landsliðnum í smálandakappingini á Kýprós:

 

1. GM Helgi Dam Ziska  2543

 

2. IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389

 

3. Luitjen Akselsson Apol 2318

 

4. Jón í Horni Nielsen 2104

 

5. Elias Petersen 2100

 

Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu allir í dag.