Seinnapartin klokkan 14 spælir føroyska fótbóltslandsliðið venjingardyst móti San Marino í Serravalle.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1995, at Føroyar spæla dyst móti San Marino í A-landsliðshøpi. Í 1995 vunnu vit í tveimum EM-undankappingardystum 3-0 á Svangaskarði, og 3-1 niðri í San Marino. Í útidystinum skoraði Todi Jónsson eitt minniligt hattrick.
KVF vísir dystin. Sendingin byrjar klokkan 13.50.
Føroyar hava eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til San Marino liggja millum 12,00 og 20,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,00 og 7,08.
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 1,17 og 1,23.
So okkara menn hava eina sjáldsama stóra favorittstøðu í einum dysti á útivølli.
HER eru oddsini:
##med2##












