Dagarnar 9 – 11 juni luttóku Føroyar á ráðstevnuni hjá Sameindu Tjóðum, Conference of States Parties to the Convention on the Rights of Persons with Disabilities (COSP19) í New York. Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar luttekur á ráðstevnuni, sum er størsta altjóða samkoman um rættindini hjá fólki, ið bera brek.
Á ráðstevnuni helt Margit Stórá innleggið hjá Kongaríkinum Danmark í høvuðssalinum hjá ST, har dentur varð lagdur á luttøku, javnrættindi og týdningin av at geva fólki, ið bera brek, eina sterka rødd í samfelagnum.
Saman við Danmark vóru Føroyar eisini vertir fyri einum norðurlendskum síðutiltaki undir heitinum “Representation that Matters: Enhancing Active Citizenship for Young People with Disabilities”. Her helt landsstýriskvinnan setanarrøðu, og seinni sama kvøld bjóðaðu Føroyar og Danmark til norðurlendska móttøku fyri umboðum úr Norðurlondum, Baltisku londunum, ST og altjóða áhugafelagsskapum.
Landsstýriskvinnan hevði eisini bilateralar fundir við almanna- og bústaðarmálaráðharran í Íslandi, Ragnar Þór Ingólfsson, og bretska ráðharran fyri sosialtrygd og brekmál, Sir Stephen Timms. Á fundunum varð tosað um arbeiðið við Breksáttmálanum, sosialar tænastur og felags avbjóðingar í londunum.
Tað hevur verið bæði læruríkt og gevandi at luttaka á COSP. Vit hava fingið høvi at deila føroyskar royndir, men eisini at hoyra, hvussu onnur lond arbeiða við teimum somu avbjóðingunum, sum vit kenna aftur heima í Føroyum. Samstundis hevur tað týdning, at føroyskar royndir og sjónarmið eisini verða hoyrd á altjóða pallinum”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Ítróttur sum drívmegi fyri broyting
Ein av serligu hendingunum undir vitjanini var eitt altjóða tiltak um ítrótt og sosialar broytingar, har landsstýriskvinnan var ein av høvuðsrøðarunum. Á tiltakinum legði hon dent á, hvussu ítróttur kann vera við til at fremja javnstøðu, felagsskap og inklusjón.
Í sambandi við tiltakið handaði hon norska mentanar- og javnstøðumálaráðharranum, Lubna Jaffery, eina føroyska landsliðsblusu og eina blusu frá Eydnudeildini, sum er føroyska hondbóltsdeildin fyri børn og ung við serligum tørvi.
Vitan og íblástur frá New York
Undan sjálvari ráðstevnuni vitjaði føroyska sendinevndin fleiri viðkomandi aktørar á brekøkinum í New York, sum arbeiða við sjálvstøðugum lívi, bústaðarloysnum, arbeiðsluttøku og stuðli til fólk, ið bera brek.
Á vitjanunum fekk sendinevndin innlit í ymiskar loysnir og skipanir, eins og høvi var at umrøða bæði fyrimunir, vansar og tær avbjóðingar, sum tey eisini stríðast við.
Tað er altíð virðismikið at síggja, hvussu onnur hava skipað síni tilboð og tænastur. Vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum, og samstundis staðfestu vit, at nógvar av teimum avbjóðingum, sum vit hava í Føroyum, eisini gera seg galdandi aðrastaðni.” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Í føroysku sendinevndini vóru umframt landsstýriskvinnuna eisini umboð fyri Almanna- og bústaðamálaráðið, Brekumboðið og MEGD.
Almanna- og bústaðamálaráðið Ministry of Social Affairs and Housing











