Føroysk gás og útlendsk dunna á jólum 

- Alt er so væl pyntað og upplýst í hesi myrku tíð, og tað er hugnaligt, sigur Rúni Sørensen

 

Hvar verða jólini hildin í ár?

- Jólini verða hildin heima hjá okkum.

Tað sigur Rúni Sørensen.

Hvat verður etið um jólini?

- Jólaaftan hava vit føroyska gás og útlendska dunnu.

Hevur tú eitt jólaynski?

- Nei, eg havi ikki nakað serligt jólaynski.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava stóran týdning.

Rúni Sørensen vísir á, at um jólini er alt so væl pyntað.

- Alt er so upplýst í hesi myrku tíð, og tað er hugnaligt, leggur hann aftrat.